Hondbóltur

Video: - Hevur verið ein kensluborin vika

Spældu ein stóran dyst móti Ukraina og løtan eftir dystin í Eysturríki var serlig, sigur Peter Bredsdorff-Larsen. Landsliðsvenjarin sær fleiri stórar løtur fyri sær, um góða arbeiði heldur fram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-01 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kastrup, Danmark (Portalurin) - Vit í venjaratoyminum hava roynt at vunnið nøkur gullheiðursmerki, og hetta var sum at vinna gull. Vit skulu ikki taka tað fyri givið, at Føroyar spæla seg víðari, og tað kemst av hørðum arbeiði í nógv ár.

Gleðin hjá Peter Bredsdorff-Larsen og hinum í føroysku leguni var týðilig í Eysturríki í gjárkvøldið.

Nú hava tey notið avrikið, og so fara fyrireikingarnar til EM-endaspælið so smátt í gongd, sigur landsliðsvenjarin við viðførisbandið í Kastrup.

- Spælararnir skulu flyta seg meira næstu tíðina, men tíðin er fyri hesum føroyska liðnum, tí talan er um so nógvar ungar spælarar, ið eru berandi.

Sí eisini: 
Dreymurin er veruleiki
Myndir: Tá EM-plássið kom í hús

Lars Møller: Her vóru stórar kenslur í spæl
Rói Berg Hansen: - Hetta er ikki ordliga gingið upp fyri mær enn
Óli Mittún: -Nógvir summarfuglar í búkinum meðan vit bíðaðu
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Hava droymt um hetta síðani vit vóru smádreingir
Hákun West av Teigum: - Nú eru vit millum stóru dreingirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder