Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - EM 2024.Føroyskur hondbóltur hevur gjørt tað. Málið hevur í fleiri ár verið júst EM-endaspælið 2024, og tað skulu vit til - vit sum hava eitt íbúgvaratal á 54.000, ið er nógv færri enn nakar sum nakar, sum hevur verið til slíkt endaspæl hevur. Tá EM í Týsklandi fer í gongd í um beint yvir sjey mánaðir, verða Føroyar ein einar av teimum 24 tjóðunum, ið eru umboððar.
Myndir: Tá EM-plássið kom í hús
Føroyska manslandsliðið vann greitt á Ukraina mikukvøldið. At munurin gjørdist sjey mál - og ikki til dømis tvey sum hann var móti Rumenia - fekk avgerandi týdning í kvøld.
Hetta tí at tað skjótt gjørdist greitt, at Føroyar ikki fóru at fáa stig móti Eysturíki í dag. Til tað var eysturríska álopsspælið í fyrra hálvleiki alt ov gott, og tá okkara so ikki fingu verjuna at hanga saman og brendu ov illa í hinum endanum, so var munurin í steðginum átta mál.
Hákun West av Teigum gjørdist greiður føroyskur toppskjútti í kvøld, men vongurin var ein av teimum, ið brendi opin skot (Mynd: Sverri Egholm)
Okkara minkaðu við samanlagt trimum málum eftir steðgin, tá Eysturríki eisini setti ferðina niður. Í fullsettu høllini her kundu eysturríkar fegnast um eina undankapping við fullum stigtali - okkara noyddist at bíða eftir úrslitinum í Týsklandi.
Har var Ukraina á veg stórt á Rumenia. Sigurin kom tó tíbetur ikki upp á átta máli - Ukraina kundi ikki vinna við fleiri enn sjey málum, tí so høvdu Føroyar mist 3. plássið. Har endaði 31-26, og tá tað úrslitið var greitt, brast ein stórur fagnaður á millum allar føroyingarnir í Bregenz. Eysturríkar fagnaðu eisini føroyingunum.
Tað at 3. plássi í okkara bólki fór at geva atgongd til endaspælið, var tað so at siga ongantíð í kvøld nakar ivi um. Eina løtu kom tó ivi í fjøldina. Hetta var orsakað av, ar danin Rasmus Boysen, ið fylgir sera væl við altjóða hondbólti, legði út á sosiala miðlar, at Føroyar ikki vóru millum teir bestu fýra trý'arnar. Hetta varð tó skjótt drigið í land, og EHF váttaði luttøkuna 18.52 føroyska tíð.
Skíggjamynd (Facebook)
Skíggjamynd (Facebook)
Mynd: EHF
EM-undankappingarbólkur 4 - 6. og seinasta umfar
30. apríl, Handballhalle Bregenz
Eysturríki - Føroyar 38-33 (24-16)
Ukraina - Rumenia 31-26
Støðan í bólkinum eftir síðsta umfar:
Eysturríki 12 stig
Rumenia 6 stig
Føroyar 4 stig *
Ukraina 2 stig
*Fýra teir bestu trý'arnir koma, eins og nummar eitt og tvey, víðari til EM-endaspælið. Føroyar er í løtuni tann besti trý'arin av teimum átta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald