Leygarkvøldið verða Oyggjaleikirnir 2023 settir á Guernsey. Ein ítróttargrein, ið ofta hevur skaffað Føroyum nógv heiðursmerki, er fimleikur. Í ár er fimleikur ikki við - ístaðin eru 14 føroyskir fimleikarar til "Fimleika-Oyggjaleikir" (International Island Games) í Álandi í hesum døgum.
10 oyggjalond eru við til kappingina, og samanlagt kappast 130 fimleikarar. Tað gekk heilt væl hjá Føroyum á fyrsta degnum.
Í liðkappingini gjørdu føroyingar bart. Serliga menninir, ið vunnu gull. Kvinnurnar megnaðu at fáa silvur.
Gulliðið (Mynd: fimleikur.fo)
Kvinnurnar við silvurheiðursmerkjum (Mynd: fimleikur.fo)
Anna Sofía Bjarnastein Højsted og Astrid Nanley Breckmann vunnu báðar gull. Hetta var í somu kapping - á gólvinum Liðfelagirnir úr Havnar Fimleikafelag fingu júst sama úrslit og vóru harvið javnsettar á fyrsta plássinum.
Tað eydnaðist eisini hjá Astrid at tryggja sær silvur í lop. Marin Danielsen luttók hjá juniorunum: Har gjørdist úrttøkan gull í forskotin barr og gólv, og bronsu í lop.
Hjá monnum var tað serliga Aron D. Jacobsen, ið gjørdi bart. Havnarmaðurin vann gull í gólv, beinsveiggj, ringum og paralell barr, umframt silvur í lop og rekk.
Rókur Vestergaard vann eisini gullheiðursmerki. Tað var í lop og í beinsveiggj. Beinsveiggj var deilt fyrsta pláss við Aron D. Jacobsen.Teir báðir fingu eins nógv stig.
Tríggir aðrir tryggjaðu sær og Føroyum heiðursmerki: Hjálmar Dalsgarð vann silvur í gólv, og bronsu í ringum og rekk. Bjarki Johannessen vann bronsu í beinsveiggj. Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í lop.
Føroyingarnir við mongu heiðursmerkjunum (Mynd: fimleikur.fo)
Eitt samlað flott føroyskt avrik. Í dag er frídagur í Álandi. Kappast verður aftur í morgin og leygardagin.
Rúni Lamhauge er venjari hjá monnunum og Camelia Michaela Mindricel hjá kvinnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald