Tveir dystir vóru í høllini á Skála í kvøld, har kvinnurnar og menninir hjá STÍF og VÍF hittust
Tað var stórur munur á liðinum í kvinnu dystinum á Skála í kvøld. Gestirnir úr Vestmanna vunnu heili 19-39, eftir at hálvleiksstøðan var 14-21. Vestmenningar eru komnar væl frá byrjan og liggja á fyrsta plássið við seks stigum, meðan STÍF liggur nummar 5 við tveimum stigum.
Hinvegin var dysturin í mansdeildini meira spennandi. Tann dysturin endaði nevniliga við javnleiki 31-31, eftir at gestirnir vóru á odda 15-20 í steðginum. Í dystinum var Filip Jocic tann heilt stóri spælarin - hann skeyt heili seytjan mál í javnleikinum á Skála í kvøld.
SMS Deildin (kvinnur)
STÍF – VÍF 19-39 (14-21)
Toppskjúttar
Agnas Olsen, Liljan Müller, Heidi Maria Akselsen og Lise Marie Evensen 6
Okkara Deildin (Menn)
STÍF - VÍF 31-31 (15-20)
Toppskjúttar
Filip Jojic 17
Ivan Mrdalo 8
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald