Fótbóltur

Eingin døming í Runavík fyribils

Hetta skrivar in.fo seinnapartin, og er tað í sambandi við hendingina eftir NSÍ-KÍ fríggjakvøldið, har lagt varð eftir Kára á Høvdanum og dómaratoyminum.

Ítróttarstjórin hjá NSÍ vísti týðiliga - og á ógvusligan hátt - sína ónøgd við dømingina í dystinum, sum NSÍ tapti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ítróttarstjórin hjá NSÍ vísti týðiliga - og á ógvusligan hátt - sína ónøgd við dømingina í dystinum, sum NSÍ tapti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-02 15:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Dómarafelagið hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at dómararnir nokta at døma við Løkin í Runavík, um viðurskiftini hjá dómarunum ikki verða broytt.

Hetta skrivar in.fo seinnapartin. Portalurin hevur eisini fingið upplýst, at Dómarafelagið hevur gjørt vart við, at undir verandi umstøðum fer einki av sínum umboðum at døma í Runavík. Trygdin hjá dómarunum skal millum annað vera betri.

Orsøkin er hendingin eftir dystin, har ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes royndi at fáa fatur á dómaranum Kára á Høvdanum. Hetta sást týðiliga í videobrotum hjá Televarpinum, har vaktir noyðast at halda honum aftur fleiri ferðir.

Sum skilst, og sum in.fo eisini skrivar, so var eisini ein hending við skiftingarrúmið hjá dómarunum í Bylgjuni.

Í NSÍ var ónøgdin stór við avrikið hjá Kára á Høvdanum og toymi. Ivasamar støður vóru í samband við bæði málini hjá KÍ í 2-1 sigrinum, har spælarar hjá NSÍ lógu og hildu fyri høvið í báðum førinum. Eftir dystin var nógv kjak um hesar støðurnar og aðrar í inntensa dystinum.

Ónøgdin var enn stór, tá formaðurin Karstin Joensen tosaði við Dimmalætting um støðuna í gjár.

- Eg haldi at tað hevði verið passandi hjá tykkum at farið og grópað í dómaraavrikinum í staðin fyri, tí tað var heilt út av lagi vánaligt. Tá tit taka hasa hendingina upp ímóti endanum av dystinum, og velja at gera eina søgu burturúr tí, so mugu tit eisini skriva hvør upprunin var til hendingina – tí at vit eru als ikki nøgd. Tá man hevur so nógv uppøst fólk bæði frá heima- og útiliðnum, so er tað okkurt, sum liggur í tí. Tí átti dómarin at hugt inneftir.

Formaðurin í NSÍ hevur ikki eins nógv at siga til støðuna eftir dystin og møguleigar avleiðingar. Tað hevur FSF heldur ikki - íhvussu er ikki enn.

Kári á Høvdanum váttar fyri dimma.fo, at hann hevur fingið eina umbering frá ítróttarstrójaranum hjá NSÍ fyri hendingina. Eina umbering, sum er góðtikin - tó merkir tað als ikki, at dómarin heldur, at tað sum fór fram var í lagi.

Besta mansliðið hjá NSÍ spælir aftur eftir ætlan á heimavølli fríggjakvøldið 5. juli. Tá vitjar 07 Vestur. Besta kvinnuliðið hjá NSÍ eigur heimadyst í kvøld, men tað framgongur ikki um "boykotti" er galdandi til hendan dystin eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder