
Hósdagin segði Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við Portalin, at man trúði uppá at fáa landsliðsvenjaraspurningin uppá pláss "í næstu viku" - tað vil siga í hesari vikuni.
Les eisini: FSF er í samráðingum við ein venjara
Nú er vikan nærum komin í helvt, og bíðað verður eftir hvíta roykinum úr FSF-húsinum.
Tað eru nú beint undir fýra mánaðir síðani, at Håkan Ericson varð sagdur úr starvi. Síðani hevur ráðgevingarfyritøka verið inni, og Fótbóltssambandið hevur havt sínar samrøður.
Í síðstu viku varð peikað á Eyðun Klakstein, og farið varð undir samráðingar við 52-ára klaksvíkingin.
Til dømis Norðlýsið var beinanvegin úti og skrivaði, at Eyðun Klakstein verður nýggur A-landsliðsvenjari.
Í slíkum samráðingum eru tó nógvir smálutir og brikkar, sum skulu falla uppá pláss. Tað er framvegis ikki komið á mál, men fleiri góðar keldur hjá Portalinum hava í vikuni - og so seint sum í dag - víst á, at tað eru ógvuliga góð sannlíkindini fyri, at tað verður Eyðun.
Atli er aftur ein møguleiki
Ein knútur higartil hevur verið hjálparvenjarin. Sunnudagin seinnapartin váttaði Atli Gregersen fyri Portalinum, at hann og Fótbóltssamband Føroya ikki longur vóru í samráðingum.
Les meira: Atli verður helst ikki hjálparvenjari
Sum skilst var størsti knúturin har tann, at FSF sum útgangspunkt setti fram krav um, at Víkinga-liðskiparin, ið hevur sáttmála fyri 2025, gevst at spæla nú.
Sum bolt.fo tó eisini skrivar í dag, so hevur samband verið millum partarnar aftur. Og sambært fótbóltsmiðlinum, eru ábendingar um, at Atli Gregersen nú er "meira innanfyri enn uttanfyri", og at hann í so fall spælir sjálvur í 2025 afturat.
Hetta eru framvegis bert søgur, sum ikki eru endaliga váttaðar - tað er ikki komið í hús enn, men í FSF-húsinum verður, sum skilst, enn av øllum alvi arbeitt við at fáa sett "føroysku loysnina".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald