![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrrpartin í gjár kundi Portalurin í sínari støðulýsing nevna, at sambært upplýsingum frá góðum keldum, bendi tað á, at tað fór at verða føroyska loysnin, men Fótbóltssamband Føroya ætlaði sær eftir.
Sí eisini: Nýggi landsliðsvenjarin verður helst settur heilt skjótt
Seinni mikudagin byrjaði junglutrummurnar at runga. Norðlýsið nýtti millum annað eina staðfesting í sínari yvirskrift: Eyðun Klakstein verður landsliðsvenjari.
Tað er tað mesta, sum peikar tann vegin í løtuni. Sum skilst valdi Fótbóltssamband Føroya fyrr í vikuni at fara eftir at fáa 52-ára gamla klaksvíkinginum, sum fyribils stóð á odda í oktober-november 2024, í sessin.
Vóna og vænta at kunngerða venjarin í næstu viku
Hetta vil Kristin Dam Ziska ikki vátta, tá Portalurin tosar við hann seinnapartin. Aðalskrivarin vil ikki siga ov nógv um tilgongdina og støðuna í løtuni, men fær tó staðfest, at Fótbóltssambandið er í samráðingum við ein persón í løtuni.
Í slíkum samráðingum eru nógvir smálutir og brikkar, sum skulu falla uppá pláss. Tískil væntar Kristin Dam Ziska ikki, at alt verður endaligt í hesari vikuni.
Tó trýr man uppá, at nýggi A-landsliðsvenjarin kann kunngerast í næstu viku, og er tað nakað, sum man gleðir seg til, staðfestir aðalskrivarin.
Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF, vil og kann ikki siga so nógv enn, men Fótbóltssambandið er komið eitt fet víðari í tilgongdini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eyðun Klakstein hevur sum nú er sáttmála við FSF, men tað er sum U21-landsliðsvenjari. Har, og í stutti tíðini sum fyribils venjari, hevði hann Atla Gregersen afturat sær sum hjálparvenjara.
Í gjár spældi Atli venjingardyst fyri Víking í Klaksvík, meðan Eyðun var til U21-lutakast í Nyon. Um fyrrverandi landsliðsliðskiparin skjótt verður hjálparvenjari á A-landsliðnum, og um hann í so fall heldur fram at spæla, og um hvussu so verður við U21-landsliðnum er alt heldur óvist enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald