Seinastu dagarnar hevur nakað av fundarvirksemi verið í Fótbóltssambandi Føroya í sambandi við, at starvsnevndin hjá FSF hevur fingið síni tilmæli um, hvør skal vera nýggjur venjari.
FSF hevur millum annað nýtt donsku ráðgevarafyritøkuna One Nexus í arbeiðnum, og nú hevur uppgávan verið at funnið semju um, hvønn man skal fara undir samráðingar við.
Tollaksmessudag 2024 segði Christian Andreasen við Kringvarpið, at listin av møguligum venjarum hevði umleið 15 nøvn á.
Í januar hevur talið fimm verið nevnt í nøkrum miðlum, men í seinastuni hava tað verið í mesta lagi trý nøvn uppá tal:
- Eyðun Klakstein, føroyskur U21-landsliðvenjari og fyribils A-landsliðsvenjari eftir uppsøgnina av Håkani Ericson
- Leif Gunnar Smerud (Noreg), var leingi norskur U21-landsliðsvenjari og hevur fyri tað mesta starvast hjá norska fótbóltssambandinum.
- Jacob Michelsen (Danmark), høvuðsvenjari hjá HamKam í bestu norsku deildini og tann á listanum við flest royndum í felagsfótbólti á høgum stigi.
Síðstnevndi er sáttmálabundin og hevur ongantíð arbeitt innan landsliðsfótbólt. Tað fyrra ger, at tað kann verða torført at fáa fatur á júst Michelsen - hann skal keypast leysur úr HamKam, og síðani skal sáttmáli gerast.
Christian Andreasen segði eisini við heimasíðuna bolt.fo í gjárkvøldið, at avgerðin um landsliðsvenjarin verður tikin heilt skjótt, og at landsliðsvenjarin í øllum førum verður kunngjørdur hesa vikuna.
Harvið bendir nógv á, at tað verður tøki norðmaðurin Leif Gunnar Smerud ella Eyðun Klakstein, sum hevur sáttmála við FSF sum U21-landsliðvenjari, sum FSF nú fer undir samráðingar við.
Onkur upplýsing, sum Portalurin hevur fingið frá góðum keldum, bendir á, at tað fer at gerast tað føroyska loysnin, men hetta kann ikki staðfestast enn.
Eyðun Klakstein undir Nations League-dysti í Skopje í november. Føroyar taptu 1-0, men tríggjar dagar frammanundan vunnu Føroyar á Armenia og tryggjaðu sær harvið plássið í Deild C. Avrikið og arbeiðshátturin hjá Eyðuni, og eisini Atla Gregersen sum hjálparvenjara, hava helst vakt ans í mun til nýggju støðuna. Christian Andreasen váttaði aftur í gjár fyri einum miðli, at ein føroysk loysn er uppá tal (Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald