Tann 1. februar í ár basti Sarah Mahfoud argentisku Brendu Carabajal i Frederiksberg Hallerne. Hetta var fyrsti HM-dystur hjá Mahfoud, ið hevur mammu úr Vestmanna og sum búði har fyrstu fýra árini av sínum lívið.
Les eisini: Knúsandi føroyskur heimsmeistari í boksing
Tá Sarah Mahfoud vann, var Brenda Carbajal fyribils heimsmeistari. Harvið yvirtók 30-ára gamli nevaleikarin tað heitið, men í gjár gjørdist greitt, at tað ikki longur bert er fyribils. Jennifer Han úr USA hevði heitið, men hevur ikki vart tað síðani februar í 2018, tí hon varð við barn. Tí avgjørdi IBF (International Boxing Federation) í fjør, at ein nýggjur dyst um heitið skuldi leikast. Tann dystin vann Brenda Carabajal, men tá "veruliga" heimsmeistarin ikki er koppaður, er krúnan ikki av álvara givin víðari.
Tað er hon nú, og Sarah Mahfoud er heimsmeistari - ikki longur fyribils. Hetta kemst av tí, at Jennifer Han hevur sagt heitið frá sær. Tað boðaði IBF frá í telduposti til Mogens Palle frá Danish Fight Night í gjár. Palle er boksifyriskiparan hja Saru, ið hevur vunnið allar sínar dystir sum yrkisleikari. Eingin dani hevur áður vunnið eitt IBF-heimsmeistaraheiti.
Sum viðmerking til tíðindini sigur Sarah Mahfoud, at tað er gott at hava fingið sligið fast, hvør tann veruligi meistarin er, hóast tað hevði spennandi at dystast ímóti Jennifer Han. Hon sigur eisini, at hon gleðir seg til at verja sítt heiti. Seinastu tíðina hevur Sarah Mahfoud hildið seg í gongd og er eisini farin í gongd sum persónligur venjari.
Annað
Eingin ivi longur: Sarah Mahfoud er IBF-heimsmeistari
Síðani 1. februar hevur hon verið fyribils heimsmeistari í fjøðurvekt. Eingin dani hevur áður havt eitt IBF-heiti.
2020-07-21 08:01
Sarah Mahfoud varð fagnað í Vestmanna í februar (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald