Annað

Knúsandi føroyskur heimsmeistari í boksing

Sarah Mahfoud lat ongan iva vera á Frederiksberg í kvøld.

(Mynd: Ekstrabladet.dk)

(Mynd: Ekstrabladet.dk)

2020-02-01 23:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ongantíð nakar ivi. Føroyar hava fingið sín heimsmeistara í boksing.

Danish Fight Night við føroyskum ísletti var í kvøld á Frederiksberg. Sarah Mahfoud, sum hevur mammu úr Vestmanna, var síðst á palli, og skuldi royna seg móti argentinsku Brenda Carabajal um heimsmeistarahetið hjá IBF-boksisamgonguni

Sarah Mahfoud, sum varð kunngjørd við føroyskum tónum frá Eivør, tóktiskt tendrað og fokuserað. Og beinanvegin var Sarah nógv meira áleypandi enn vit áður hava sæð hana.

- Hetta er tað besta vit hava sæð Sarah Mahfoud boksað. Ein fragd at síggja, søgdu viðmerkjararnir hjá Ekstrablaðnum, sum sendi beinleiðis frá boksistevnuni.

Dómararnir vóru ikki í iva, og Sarah Mahfoud er nýggjur IBF-heimsmeistari í fjøðurvekt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder