Fótbóltur

Einki FM-fýrverk fyrr enn eftir landsliðssteðgin

Víkingur vann sín dyst, og avgerðin um FM fall tí ikki í dag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-26 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ er sera nær við at tryggja sær FM. Um Víkingur tapti ella leikti javnt ímóti 07 Vestur í dag samstundis sum KÍ vann sín dyst móti ÍF, var føroyameistaraheitið avgjørt.

Klaksvíkingar gjørdu sítt, og eina løtu var tað eisini javnt 1-1 í dystinum millum 07 Vestur og Víking, so spenningurin var í hásæti.

Víkingur kláraði tó at leggja seg á odda tá 12 minuttir vóru eftir av dystinum og fóru avstað við sigrinum, og útsettu sostatt avgerðina um FM.

Í Gundadali vann B36 3-2 eftir at hava verið aftanfyri 2-0 ímóti EB/Streymi.

Á Svangaskarði var grannauppgerð millum B68 og NSÍ. Einsamalla málið í dystinum skeyt Klæmint Andrasson Olsen tá góður tími var leiktur, og tryggjaði runavíkingum trý umráðandi stig.

HB og TB skuldu eftir ætlan spæla í Trongisvági í gjár, men orsakað av nógvum avfalli var ikki spælandi á vøllinum við Stórá. Tann dysturin verður tí leiktur í morgin klokkan 15:30.

Leygardagin verður 12. umfar leikt. Eitt umfar, sum varð avlýst orsakað av koronu. Bara ein dystur varð leiktur tað umfarið, og tað var tann millum KÍ og NSÍ. Eftir hetta, verður landsliðssteðgur til miðjan oktober. Bæði A-landsliðið og U21-landsliðið hava úttøkur í morgin.

B36 - EB/Streymur 3-2 (1-2)
16’ Gutti Dahl Olsen 0-1
23’ Gutti Dahl Olsen 0-2
38’ Sjálvmál 1-2
68’ Hannis Agnarsson 2-2
90+5’ Alex Mellemgaard 3-2

ÍF - KÍ 1-5 (1-2)
19’ Árni Frederiksberg 0-1
39’ Emil Weihe Joensen 1-1
42’ Jóannes Bjartalíð 1-2 (br.)
60’ Jóannes Kalsø Danielsen 1-3
75’ Børge Petersen 1-4
82’ Árni Frederiksberg 1-5

07 Vestur - Víkingur 1-2 (0-1)
14’ Martin Klein Joensen 0-1
62’ Martin Tausen 1-1
78’ Gunnar Vatnhamar 1-2

B68 - NSÍ 0-1 (0-0)
63’ Klæmint Andrasson Olsen 0-1

TB - HB (Í morgin mánadag kl. 15:30)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 62 stig (22 dystir)
2. Víkingur 53 stig (23 dystir)
3. HB 43 stig (21 dystir)
4. B36 42 stig (23 dystir)
5. NSÍ 35 stig (23 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (23 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (22 dystir)
8. B68 19 stig (22 dystir)
9. ÍF 13 stig (22 dystir)
10. TB 3 stig (21 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder