Vágar, Føroyar (Portalurin): Føroyska manslandsliðið spældi fyri nøkrum tímum síðani annan Nations League-dystin, sum var í moldoviska høvuðsstaðnum.
Eftir 1-1 javnleikin, har føroyingar komu í eitt slag av ódnarveðri seinastu løtuna, varð farið beint á flogvøllin í Chisinau.![]()
![]()
Myndir: Marrukendur hálvur tími kostaði sigurin í Moldova
Eyðun Klakstein: Teir funnu flog - vit koma ikki burturúr tí (Video)
Har varð farið í flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fyri løtu síðani setti set í Vágum.
Nú er hvíld á skránni eina løtu, og í morgin fara fyrireikingarnar hjá fótbóltslandsliðnum til dystin móti Slovakia fríggjakvøldið klokkan 19.45 av álvara í gongd.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald