Fótbóltur

Ein ávís ónøgd í Gundadali

Úrslitið 1-1 er helst betri fyri liðini, ið eru nær við HB og Víking á stigatalvuni enn fyri tey sjálvi. Tó var Víkinga-avrikið samanlagt sterkari og betri enn tað hjá heimaliðnum.

Bergur Gregersen javnaði fyri Víking og kundi eftir dystin fyri Portalin staðfesta, at 1-1 í Gundadali sum so er gott, men at teir føldu , at teir burdu fingið burturúr. Í HB vildu teir avgreitt dystin betri og fingið fult í oddastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Bergur Gregersen javnaði fyri Víking og kundi eftir dystin fyri Portalin staðfesta, at 1-1 í Gundadali sum so er gott, men at teir føldu , at teir burdu fingið burturúr. Í HB vildu teir avgreitt dystin betri og fingið fult í oddastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-25 20:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur í 3. umfari varð spældur í Gundadali. HB og Víkingur høvdu framskundað dystin til flaggdagin og vóru rímiliga nógv fólk møtt upp í kuldanum - veðrið var gott at spæla fótbólt.

Tað var Víkingur, sum var omaná frá byrjan. Útiliðið var í somu manning sum í steypadystinum í Sarpugerði fríggjakvøldið, og kom við nøkrum av somu tingunum sum teir úr Eysturkommunu vístu tá.

Víkingur tyktiskt at vera fysiskt omaná tað mesta av dystinum og átti at lagt seg á odda. Serliga tá Martin Klein varð spældur fríur eftir frálíkt álop, og tá Geza Turi var púra fríur við aftaru stong í samband við deyðbóltsstøðu. Í fyrra førinum rakti áleyparin ikki bóltin, og í seinnu støðuni fluktaði Geza mitt á Teit Gestsson.

HB hevði tó ein stóran møguleika tíðiliga. Tað var, tá hálvskaddi Mikkel Dahl í fríari støðu stútaði omanfyri. Seinastu løtuna av hálvleikinum tóku teir reyðsvørtu yvir. Teir spældu við toli, fingu trýst Víking aftur, fingu tað at flóta, og einaferð bjargaði útiliðið á strikuni. Tríggjar minuttir fyri steðgin sendi Viljormur Davidsen gótt innlegg til aftara øki, Áki Samuelsen tók bóltin hegnisliga niður, lyfti væl uppum Inga Johnardsson og síðani aftur uppum Bárð á Reynatrøð í málinum. Annað mál hjá hjá 19-ára gamla havnarmanninum móti HB uppá fimm dagar.

[object Object]
Áki Samuelsen legði HB á odda 1-0 og talan var um frálíkt og frekt mál (Mynd: Sverri Egholm)

Yvirvágin hjá heimaliðnum helt ikki fram eftir steðgin. Ístaðin koyrdi Víkingur á, fekk skapt støður og vunnið nógvar "næstu-bóltar" á HB-hálvuni. Heimaliðið kom undir eitt ávíst trýst fyrsta korterið ella so eftir steðgin, og tíggju minuttir inn í annan hálvleik javnaði Víkingur. Útiliðið fekk eitt hav av hornaspørkum og eisini fleiri fríspørk í góðum støðum gjøgnum dystin, og tað var miðverjin Bergur Gregersen, ið javnaði við góðum stútara eftir flott innlegg frá Olafi Bárðarsyni úr vinstru. Aftur skoraði ein miðverji hjá Víkingi eftir deyðbóltsstøðu móti HB.

[object Object]Víkingur hevði eina rúgvu av deyðbóltsstøðum, og umframt at skora uppá ta eina gjørdist útiliðið vandamikið í nøkrum øðrum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jákup Thomsen kom inn fyri Mikkel Dahl, ið hevur trupulleikar við økslini. HB hevði ikki nógv at bjóða uppá eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

Restina av dystinum vóru ikki so upplagdir møguleikar, hóast bæði liðini høvdu støður og onkur fín skot - serliga í sambandi við deyðbóltar. Eingin tyktiskt heilt nøgdur við tað eina stigið eftir dystin, men liðini taka tað við.

HB er nærri KÍ nú men kann koma fýra stig afturum og verða yvirhálað av B36, um tey bæði vinna á ávíkavist EB/Streymi og B68 á útivølli í morgin. Um so er. økist frástøðan frá Víkingi og upp til topp-trý, í mun til hvat hon var áðrenn hetta umfarið. Jóhan Petur Poulsen og toymi kunnu í øllum førum fegnast um enn eitt heilstoypt avrik, og næstu dystirnir eru móti liðum, har Víkingur er favorittur.

Betrideildin 3. umfar (umfar nummar 6) - útsett frá 19. mars
Í dag, týsdagin 25. apríl
HB - Víkingur 1-1 (1-0)
42' Áki Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-0
56' Bergur Gregersen (Olaf Bárðarson) 1-1

Meira um dystin á dystir.fo, ið Portalurin hevur samstarv við

Í morgin, mikudagin 26. apríl
16.30: TB - ÍF

17.00: 
AB - 07 Vestur
EB/Streymur - B36

18.00: B68 - KÍ

Støðan í Betrideildini 
1. KÍ 15 stig
2. HB 14 stig *
3. B36 12 stig
4. Víkingur 8 stig *
5. EB/Streymur 7 stig 
6. ÍF 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig 
10. AB 0 stig

*Ein dysti fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder