KÍ byrjaði væl betri í lykladystinum á Tórsvølli. Heimaliðið skal vinna, og eftir nakrar hálvgum vandamiklum støðum fyrsta korterið bragdaði hjá Mads Boe Mikkelsen. Miðvallarin rann afturum verjuketuna, fekk eina perfekta alvering frá vælleikandi Vegard Forren, trekti framvið Slovan-málverjanum og legði bóltin róligt inn í slovenska málinum við vinstra beininum.
Mads Boe Mikkelsen hevur skorað eftir góða renning og dribbling og upplegg frá Vegard Forren (Myndir: Sverri Egholm)
Heimaliðið hevur fleiri ferðir spælt seg í góðar støður, men síðsta alveringin ella dribblingin hava kiksað - millum annað hjá Sivert Gussiås nakrar ferðir.
Slovan hevur so líðandi spælt seg í fleiri støður, og nakrar ferðir hevur Forren verið síðsta forðingin. Tað hevur verið heldur sløsut á egnari hálvu hjá KÍ í nøkrum førum.
Útjavnandi málið kom í 24. minutti, tá liðskiparin Juraj Kucka heldur lættliga - og nakað heppið - gjørdist fríur í KÍ-brotsteignum og skeyt væl.
1-1 og alt er opið. Slovan kann betri brúka javnleikin, meðan KÍ skal jagstra.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, í dag hósdagin 30/11:
KÍ - Slovan Bratislava (1-1)
17' Mads Boe Mikkelsen (Vegard Forren) 1-0
24' Juraj Kucka 1-1
KÍ: Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Mads Boe Mikkelsen - Sivert Gussiås, Páll Andrasson Klettskarð
Teir fyrstu ellivu (Mynd: Sverri Egholm)
Sjónvarp: TV2 Play - Útvarp: KVF/FM1
17.45: Olimpija Ljubljana - LOSC Lille (1-1)
Støðan í bólkinum undan umfarinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey lið koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald