(Meðan Sky Sports sendi úr Andorra kyknaði eldur hinumegin vøllin)
Dramatiskar myndir úr Andorra seinnapartin. Enska landsliðið er á vitjan í fjallalandinum, og skulu spæla HM-undankappingardyst ímóti Andorra í annaðkvøld.
Eldur kyknaði á leikvøllinum, har útskiftingarbeinkirnir eru. Hetta gav stórar eldslogar og nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum.
Bretsk miðlafólk vóru skjót at leggja upptøkur á Twitter, og har sæst at tamarhald er á eldinum.
Eftir øllum at døma stóðst eingin mansskaði av eldinum, men skíggin sum verður brúktur í sambandi við VAR-skipanina, hevur fingið skaða.
Enska landsliðið vandi á leikvøllinum tríggjar tímar áðrenn eldurin kyknaði.
Here's the moment a fire broke out at the Estadi Nacional during @RobDorsettSky's live report on Sky Sports News... pic.twitter.com/CH1KpC71XN
— Sky Sports News (@SkySportsNews) October 8, 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald