
Seks mál og toppskjútti í síðstu viku, tá Porto vitjaði, og í gjár javnsettur toppskjútti í dystinum í Portugal. Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi aftur bart í dysti móti Porto í European League.
Sí eisini: Elias toppskjútti í evropeiskum sigri
Í gjárkvøldið skoraði nummar 71 sjey ferðir, og 22-ára gamli hoyvíkingurin legði eisini upp til sjey mál fyri Kiel, sum vann 35-30
Javngamli ungarski vongurin, Bence Imre, skoraði eisini skey mál, og blaðungi Linus Kutz spældi eisini heilt góðan dyst. Harvið vóru tað ungu bakspælararnir hjá Kiel, ið vístu vegin í sigrinum, sum nærum tryggjaði 1. plássi.
Kiel tekur móti melsungen í seinasta umfarinum í megunumfarinum. Hetta verður týskvøldið 4. mars. Liðið hjá Eliasi er víðari til fjórðingsfinalurnar - eitt stig tryggjar 1. plássið í bólkinum.
Lagnan hjá liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen verður endaliga avgjørd í heimadystinum móti Gummersbach týsdag. Jóhan varð spardur í 35-35 javnleikinum móti Fenix Toulouse í gjár.
Føroyar hava truplar dystir móti Niðurlondum í mars, sum eru lykladystir í EM-undankappingini, so tað at Elias Ellefsen á Skipagøtu er í góðum formi í løtuni kann hava nógv at siga.
Tað er ikki eydnast at finna hæddarpunktini frá dystinum enn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald