Flotta avrikið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Champions League-dystinum móti PSG í gjár er ikki farið framvið hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF.
21 ára gamli hoyvíkingurin er nevniliga valdur millum sjey teir bestu leikararnar í Champione League. EHF velur ein á hvørjum plássi, og Elias Ellefsen á Skipagøtu er besti spælskiparin hetta umfarið.
Hann var eisini flúgvandi í dystinum, sum THW Kiel eisini vann 34-28. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði seks mál og gjørdist javnsettur toppskjútti.
Les eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu skein í París
Her sæst samandráttur frá dystinum, og eisini nøkur av kynstrunum hjá Eliasi:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald