Føroysku fyrireikingarnar til fyrra dystin móti Norðurmakedónia í HM playoff-umfarinum hildu fram fyrrapartin. Hetta var við taktiskum fundi og venjing í Hoyvíkshøllini.
Stórur dentur verður lagdur á verjuspæli í løtuni og serliga at verja í undirtali. Norðurmakedónia spælir rímiliga nógv 7 ímóti 6, og Peter Bredsdorff-Larsen sær eisini stórt virði í at vera sterkur í fimm ímóti seks - hetta tí at tað koma sjálvandi løtur har man hevur útvísing, og at slíkt kann avgera hondbóltsdystir.
Føroyar hava víst styrki á tí økinum seinastu árini, og arbeitt varð hart við 5 ímóti 6 og 6 ímóti 7 ein góðan part av venjingini, har ymiskt í verjuni varð rættað til. Har fáa spælarar sum Tróndur Mikkelsen og Vilhelm Poulsen á bakkunum stórar leiklutir. Teir eru vanliga ógvuliga dugnaligir at verja sum 2'arar.
Tróndur Mikkelsen og Hákun West av Teigum í verjustøðu ímóti Peteri Krogh, sum eina løtu er álopsspælið. Peter fær helst eisini stórna leiklut í verjustøðu móti Norðurmkaedónia (Mynd: Sverri Egholm)
Tróndur Mikkelsen og Teis Horn Rasmussen, ið hevur brotið nøsina og tí venur við masku, verja fyri Bjarna í Selvindi. Verjan fær stóran týdning í hesum play-off dystunum (Mynd: Sverri Egholm)
Les meira: Arbeiða nógv við yvirtali og undirtali
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og Kjartal Johansen, sum allir í størsta mun spæla álop, vóru ikki á hallargólvinum. Fyrstnevndi hevur havt eitt sindur av trupullikum við knænum men venur seinni í dag og spælir í morgin. Elias hugdi mest at, meðan Óli og Kjartan vandu styrki ein part av tíðini.
Málverjarnir fingu eisini rímiliga nógv skot frá ymiskum plássum - tað sá gott út hjá Paula Jacobsen, sum framvegis stríðist við sjónini. Tó er ikki ósannlíkt, at Nicholas Satchwell byrjar inni.
Sí eisini: Pauli: - Royndi at venja meg við verndarbrillurnar
Samrøður frá venjingini koma seinni. Føroyska liðið venur klokkan 16.30 á Hálsi - tá vera vit eisini til staðar. Dysturin í morgin, mikudagin 8/5, byrjar klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald