- Tað kunnu ganga 3-6 mánaðir, áðrenn sjónin er blivin so optimal, sum hon verður aftur. Tá veit eg eisini, um eg havi mist nakað av sjónini.
Soleiðis segði Pauli Jacobsen við Portalin um páskini. Hetta var nakað eftir, at landsliðsmálverjin fekk álvarsaman skaða í eyga, og ivi varð sáddur um hondbóltsframtíðina hjá hoyvíkinginum.
Les eisini: Pauli skal spæla í verndarbrillum framyvir
Pauli Jacobsen til landsliðsvenjing í mars. Tá fekk hann ikki vant sjálvur - var burtur frá hondbólti í umleið ein mánaða vegna skaðan (Mynd: Sverri Egholm)
Pauli til dagsins venjing. Brillurnar døgga nakað, og sjónin er ikki heilt, sum hon skal vera - bjargingar eru tó framvegis har (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var í einari veniing hjá HØJ, at eitt skot rakti Pauli illa í eyga. Nethinnan loysnaði, og bráfeingis skurðviðgerð var neyðug. Hann kom tíbetur fyri seg og hevur vant nógv í seinastuni.
- Tað er eitt sindur snedugt at venja seg við. Brillurnar døgga enn, og sjónin er jú ikki optimal enn.
Tó vónar Pauli Jacobsen, at hann kann spæla ein leiklut móti Norðurmakedónia. Tríggir málverjar eru við í hópinum.
Í mun til uppgávurnar segði Pauli við Portalin eftir dagsins venjing, at tað snýr seg um fulla hugsavnan - serliga í vejruni - og at revsa mistøkini hjá Norðurmakedónia. Í hópinum fegnast teir annars um stóra ághuan og merkja einki trýst.
Sí samrøðuna ovast.
Sí eisini myndir frá dagsins venjing
Sí eisini: Tróndur Mikkelsen: - Eg vil hjálpa liðnum so væl sum gjørligt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald