Tað er ikki heilt vandaleyst at íðka ítrótt, og at stilla seg í málið í hondbólti krevur nakað av dirvi: Serliga á hægsta stigi tá tað gongur skjótt, og skotini eru heilt hørð.
Hetta hevur Pauli Jacobsen sanna nakrar ferðir. 21-ára gamli hoyvíkingurin hevur millum annað verið raktur av heilaskjálvta, tí ein bóltur er komin í høvdið.
Í venjing hjá HØJ í Keypmannahav herfyri varð Pauli raktur í annað eyga, og tað gjørdist skjótt greitt, at høgra eyga hevði fingið veruligan skaða.
Neyðugt varð ikki bert hjá Paula Jacobsen at seta seg útum eina løtu: Málverjin skuldi skurðviðgerast bráfeingis: Ørsøkin var, at ein riva var í nethinnuni, sum eisini var loysna nakað, fáa vit upplýst. Harvið var talan um ógvuliga álvarsaman skaða.
Tað sæst eisini á myndini niðanfyri, sum varð tikin, tá landsliðið var savnað fyri tveimum vikum síðani.
Vælnøgdur, hóast hann ikki kundi venja saman við landsliðsliðfeløgunum, og hóast neyðugt var við skurðviðger stutt frammanundan (Savnsmynd Sverri Egholm)
Pauli Jacobsen fekk ikki vant, tá landsliðið var savnað í Føroyum frá 11. til 15. mars. Eyga skuldi lekjast. Nú hevur hann verið til nærri kanningar, og boðini eru eftir umstøðunum góð:
Pauli lýsir seg tó í løtuni at vera nærsýntan, og tað er honum álagt at spæla í verndarbrillum framyvir.
Portalurin hevur tosað við landsliðsmálverjan, sum var við gott mót. Hann sigur, at man sjálvandi skal venja seg við hetta, men at tað ikki burdi forða honum í at spælt hondbólt á høgum stigi.
Pauli Jacobsen takkar føroysku fjepparunum saman við millum annað Róa Ellefsen á Skipagøtu í Berlin. Næstu ferð føroyski málverjin verður at síggja við vøllinum, hevur hann verndarbrillur á (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Læknar hava eisini givið grønt ljós, so at Pauli Jacobsen kann venja hondbólt aftur heilt skjótt. HM play-off dystirnir móti Norðurmakedónia í mai burdi tískil ikki verið í vanda, tó at fyrivarni skal takast við hvussu uppvenjing og tilvenjing við verndarbrillunum ganga hjá unga málverjanum.
Eingin skaði er í høvdinum vegna óhepna skotið. Tó kann Pauli hava mist part av sínari sjón í høgra eyga:
- Tað kunnu ganga 3-6 mánaðir, áðrenn sjónin er blivin so optimal, sum hon verður aftur. Tá veit eg, um eg havi mist nakað av sjónini, sigur landsliðsmálverjin til endans við Portalin.
Liðið hjá Paula stríðist beint nú um uppflyting. Liðið skal avgreiða uppgávuna móti Køge, meðan man vónar, at Skive ikki vinnur á Odder í hesum seinasta umfarinum í næstbestu donsku deildini. Í so fall fær HØJ eitt play-off pláss til at spæla um uppflyting til bestu deildina. Seinasta umfar í 1. Division byrjar nú klokkan 14. - Pauli Jacobsen noyðist at sita á áskoðaraplássinum. Rói Berg Hansen er heldur ikki í hópinum hjá HØJ í dag.
Sí eisini: Spennandi føroyskur dagur í donskum hondbólti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald