Hondbóltur

Spennandi føroyskur dagur í donskum hondbólti

Tvey føroyingafeløg fara eftir uppflytingarmøguleikanum: Rói Berg Hansen og Pauli Mittún spæla klokkan 14. Bæði Jana Mittún og Pernille Brandenborg spæla í fyrsta umfari í meistaraspælinum í kvøld.

Rói Berg Hansen í EM-endaspælinum í Berlin. Tað er heldur óvist, um vinstri vongurin verður verandi í HØJ, men í dag er avgerandi dystur fyri felagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rói Berg Hansen í EM-endaspælinum í Berlin. Tað er heldur óvist, um vinstri vongurin verður verandi í HØJ, men í dag er avgerandi dystur fyri felagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-28 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, skírisdag, er seinasta umfar í næstbestu donsku mansdeildini og fyrsta umfar í øðrum "meistarabólkinum" í fremstu kvinnu

Samanlagt fýra føroyskir landsliðsspælarar skulu í eldin. Fyri HØJ er tað Rói Berg Hansen. Pauli Jacobsen er ikki tøkur - meira verður um tað seinni. Rói var heldur ikki tøkur til lykladystin móti Team Sydhavsøerne fríggjakvøldið. Hetta var triðji dysturin á rað, sum HØJ ikki vann, og tað sær út til at kosta play-off pláss í uppflytingarstríðnum: Hetta fáa liðini, sum enda nummar 2 og 3, sum síðani skulu spæla dystir um uppflytin. HØJ er í løtuni á 4. plássi.

[object Object]
Nummar eitt flytir beinleiðis upp, meðan nummar tvey og trý kunnu spæla um tað (Mynd: hbold.dk)

Tað ber tó framvegis til hjá føroyingafelagnum í Ølstykke. Kravið er ein sigur á Køge á heimavølli í dag. Liðið, sum Julian Kragesteen er á, er longu flutt niður. Størsti trupulleikin er, at Skive - ið er betri innanhýsis - skal missa stig á heimavølli móti Odder, sum er á 10. plássi og einki hevur at spæla fyri.

Eftir sigurin á HØJ er Team Sydhavsøerne framvegis við í stríðnum um seinasta play-off plássið. Pauli Mittún hevur tikið eitt stórt tak fyri felagið seinastu mánaðirnar. Bæði HØJ og Skive skulu tó missa stig, samstundis sum TSØ vinnur á Skovbakken og Niklasi Højgaard Hanusarson, um 3. plássi skal vera ein møguleiki.

Tað er ein lítil møguleiki fyri, at 4. plássi eisini gevur play-off pláss. Hetta er tí, at HC Midtjylland er stórum fíggjarligum trupulleikum. Liðið er í løtuni nummar tvey.

[object Object]
Pauli Mittún hevur gjørt bart fyri Team Sydhavsøerne í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Lítlasystur Paula, Jana Mittún, skal í eldin í endaspælinum í kvøld. Tað skal Pernille Brandenborg eisini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Endaspælið í bestu donsku kvinnudeildini er farið í gongd, og tvær á føroyska landsliðnum, sum í næstu viku spælir um EM-pláss, skulu í eldin í kvøld.

Viborg og København verða mett at hava lítlan møguleika at enda frammanfyri Ikast ella Odense og fáa hálvfinalupláss, men í kvøld stendur so fyrsta royndin.

Sí eisini: Jana gjørdi bart í seinasta dystinum í grundspælinum

Jana Mittún og Viborg taka ímóti Ikast klokkan 17.30 - hesin dysturin sæst á TV2 Sport. Klokkan 19 spælir København - við Pernille Brandenborg á strikuni - móti Odense Håndbold. Hesin dysturin sæst á TV2 Play.

Tvey tey fremstu liðini eftir seks umfør fara í hálvfinalurnar. Hetta er einasta umfar áðrenn landsliðssteðgin.

Dystirnir hjá øllum síggjast í Tophåndbold-appini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder