Fótbóltur

Jana gjørdi bart í seinasta dystinum í grundspælinum

Skoraði fimm mál og hevði sjey upplegg í heldur umstríddum sigri hjá Viborg. Tað er nú greitt, at liðið hjá Janu Mittún skal spæla í endaspælsbólki við liðnum hjá Pernille Brandenborg.

Jana Mittún spældi ein ógvuliga góðan dyst í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún spældi ein ógvuliga góðan dyst í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-21 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í grundspælinum í fremstu donsku deildini hjá kvinnunum varð spælt í gjárkvøldið.

Heldur serlig støða var í Viborg, har tað sá út til at loysa seg best at tapa. Viborg var nummar 7 og SønderjyskeE nummar átta, og greitt var áðrenn, at liðið á 8. plássi fór at enda í bólki 1. Har er oddaliðið Esbjerg, men hini bæði av trimum greitt bestu liðunum í ár, Ikast og Odense, eru í bólkinum, har nummar 7 eisini endaði.

Tað gjørdist Viborg, ið var nógv betri í 2. hálvleiki. Fyrri hálvleikur var annars javnur, og eftir dystin segði venjarin hjá Viborg, at tað tyktiskt heldur lætt at vinna dystin. Við hesum vísti Ole Bitsch á, at Sønderjyske ikki tykist at leggja so nógv í at vinna- hetta hava umboð frá Sønderjyske avvíst.

Jana Mittún og Viborg gjørdu bara sítt á vøllinum, og 20-ára gamla hoyvíkskvinnan var serliga eyðsýnd í 2. hálvleiki, tá heimaliðið fór frá SønderjyskE. Jana skoraði fimm mál - næstflest hjá Viborg - og legði upp til heili sjey mál í 34-24 sigrinum. 

[object Object]
Jana tykiskt vera væl fyri áðrenn avgerandi EM-undankappingardystrnir hjá Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

København Håndbold tapti fyri NFH í gjárkvøldið. Pernille Brandenborg skoraði tvey mál. Úrslitið merkir, føroysku landsliðsliðfelagarnir skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í øðrum endaspælsbólkinum.

Endaspælið í fremstu donsku kvinnudeildini:

Bólkur 1: Esbjerg, NFH, Silkeborg-Voel og SønderjyskE

Bólkur 2: Ikast, Odense, København og Viborg

Liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum - ein heima og ein úti. Tvey tey ovastu liðini fara í DM-hálvfinalurnar

Ringkøbing og Rakul Wardum skulu spæla í niðara endaspælinum. Ajax København er flutt niður, og Súna Krossteig Hansen spældi sín seiansta dyst fyri felagið í gjár. Hon skiftir til Skanderborg (nr.9) í deildini í summar.

Les eisini: Súna heldur fram í bestu donsku deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder