Hondbóltur

Súna heldur fram í bestu donsku deildini

Sum skilst skal føroyski landsliðsbakkurin spæla fyri Skanderborg næsta ár. Hon skiftir úr Ajax, sum flytur niður.

- Vit høvdu sjálvandi gjarna vilja, at Súna hevði hildið fram hjá okkum. Hon hevur verið ein stórur profilur seinastu tvey kappingarárini, og tað hava onnur feløg sjálvandi eisini sæð. Soleiðis sigur venjarin hjá Ajax København í morgun (Sverri Egholm)

- Vit høvdu sjálvandi gjarna vilja, at Súna hevði hildið fram hjá okkum. Hon hevur verið ein stórur profilur seinastu tvey kappingarárini, og tað hava onnur feløg sjálvandi eisini sæð. Soleiðis sigur venjarin hjá Ajax København í morgun (Sverri Egholm)

2024-03-19 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tvey kappingarárini hevur Súna Krossteig Hansen spælt fyri Ajax København í bestu donsku deildini. Har hevur føroyski landsliðsbakkurin verið ein profilur - ein profilur sum Ajax ikki fær hildið fast í longur, nú liðið flytir niður í næstbestu deildina.

- Vit høvdu sjálvandi gjarna vilja, at Súna hevði hildið fram hjá okkum. Hon hevur verið ein stórur profilur seinastu tvey kappingarárini, og tað hava onnur feløg sjálvandi eisini sæð. Vit høvdu vónað at hildið fast í henni, men tað eydnaðist tíverri ikki. Vit ynskja Súnu góða eydnu í framtíðini og takka henni fyri hennara stóra íkast fyri liðið - bæði við sínum avriki og sum hon er sum persónur. 

Soleiðis sigur ítróttarstjórin og høvuðsvenjarin í Ajax København, Kasper Andersen. Hetta í sambandi við at Ajax København í morgun hevur kunngjørt, at Súna Krossteig Hansen ikki heldur fram í felagnum, nú liðið flytur niður.

[object Object]
Súna Krossteig Hansen í gjøgnumbroti móti Pernille Brandenborg og København. Tað hevur verið eitt ógvuliga tungt kappingarár hjá Ajax, men Súna hevur ofta verið eitt ljóspunkt (Mynd: Ajax København)

Skrivað verður eisini, at 23-ára gamla havnarkvinnan ístaðin skal spæla við einum felagi, sum eisini er í bestu donsku deildini nú og sum heldur fram her eftir summarsteðgin.

Tað verður ikki upplýst har, hvat felag talan er um, men sambært keldum hjá Portalinum hevur Súna gjørt sáttmála við Skanderborg. 

Felagið úr Midtjyllandi liggur í løtuni á 9. plássi í Kvindeligaen og verður júst ov stutt til ovara endaspælið. Hóast Skanderborg endar í niðara endaspælinum, so eru so nógv stig niður til niðurflytingarplássini og lið er so mikið sterkt, at tað nú er greitt, at Súna Krossteig Hansen eisini í 2024/2025 spælir í bestu donsku deildini.

Ajax hevur havt eitt ræðuligt kappingarár. Liðið úr høvuðsstaðnum hevur einki stig fyri 25 dystir. Í annaðkvøld spælir Súna Krossteig Hansen sín síðsta dyst fyri Ajax København, tá liðið vitjar Silkeborg-Voel í seinasta dystinum í grundspælinum.

Súna skal eftir tað hugsavna seg um A-landsliðið, sum hevur lagnudystir móti Svøríki og Íslandi fyrst í apríl. Tá spæla Føroyar um EM-pláss.

Sí eisini: Seinastu og størstu uppgávurnar fyri framman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder