Týsdagin vóru tíðindini, sum vit á Portalinum staðfestu leygardagin, almannakunngjørd í Aalborg: Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði gjørt sáttmála við Aalborg.
Við Eliasi á liðnum fáa vit ein spælara í heimsflokki – ein spælara, sum hevur verið snúðningspunktið í THW Kiel og hjá føroyska landsliðnum. Hansara teknikkur, spælfatan og duellspæl eru nakrar av hansara mongu styrkjum, eins og hann fleiri ferðir hevur víst, at hann, hóast ungan aldur, ikki er bangin fyri at taka ábyrgd í avgerandi støðum, sigur Martin Larsen, teammanager.
Les eisini: Elias skrivað undir fýra-ára sáttmála við Aalborg Håndbold
Sjálvur staðfesti Elias á Skipagøtu, at hann gleðir seg til at vera partur av einum spenanndi hópi við ógvuliga dugnaligum spælarum, hvørs mál er at vera best í Evropa (vinna Champions League).
- Aalborg Håndbold er uttan iva størsta og best rikna felagið í Norðurlondum, og hetta var mín fyrsta raðfesting, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við aalborghaandbold.dk
- Styttri til familju og vinir
THW Kiel hevur á heimasíðu sínari skrivað um avgerðina hjá Eliasi á Skipagøtu um at fara víðari, tá sáttmálin millum 24-ára gamla hoyvíkingin og týska stórfelagið gongur út næsta summar.
Har er Elias á Skipagøtu siteraður fyri, at hann "ikki hevði vilja spælt fyri eitt annað Bundesliga-felag" enn Kiel.
Men tey kæru eru eisini partur av avgerðini til at flyta til Aalborg:
- Hann flutti úr Føroyum sum 18-ára gamal fyri at verða yrkishondbóltspælari, og í seinastuni er tankin um at geva meira tíð til familju, vinir og øll tey tættastu sum heild komin meira og meira, skrivar THW Kiel.
- Tað er tí, at eg valdi Aalborg. Frástøðan til tey fólkini, sum eru ógvuliga týðandi (ekstremt) fyri meg er nógv styttri, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Eitt er, at tað er tættari til Føroyar. Men Rói Ellefsen á Skipagøtu, ein av beiggjunum hjá Eliasi, býr í Aarhus, unnusutan og vinfólk eru í Keypmannahavn, og millum annað eru fleiri systkinabørn (Mittún-systkini) eisini í Danmark.
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Rói Ellefsen á Skipagøtu til landsliðsvenjing - nú fara teir mest sannlíkt at síggjast meira javnan
Systkinabarnið Pauli Mittún er lesandi og spælir hondbólt í Keypmannahavn (Myndir: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald