Tað er nú endaliga staðfest, at Elias Ellefsen á Skipagøtu verður Aalborg spælari komandi kappingarár.
Stóra søgan hjá Aalborg Haandbold í gjár var, at felagið hevur selt týsku stjørnuna, Juri Knorr, fyri eina methøga upphædd til franska stórfelagið, PSG, og at hann skiftir næsta summar.
Og í dag er søgan so tann, at felagið hevur skrivað sáttmála við avloysaran, sum verður føroyska stjørnan, Elias á Skipagøtu.
Partarnir hava skriva ein fýra ára sáttmála, so Elias spælir fyri Aalborg Håndbold frá 2027 til 2031.
(Mynd: aalborghaandbold.dk)
So komandi summar verða liðfelagarnir í THW Kiel skiftir út við meira kend nøvn í okkara oyrum, sum Niklas og Magnus Landin, Thomas Arnoldsen og Mads Hoxer. Elias kann eisini rokna við at hava fleiri persónligar fjepparar hjástaddar til heimadystirnar, tí Aalborg er eftirhondini vorðin tann næststørsti føroyski lestrarbýurin eftir Keypmannahavn.
- Við Eliasi á liðnum fáa vit ein spælara í heimaflokki – ein spælara, sum hevur verið snúðningspunktið í THW Kiel og hjá føroyska landsliðnum. Hansara teknikkur, spælfatan og duellspæl eru nakrar av hansara mongu styrkjum, eins og hann fleiri ferðir hevur víst, at hann, hóast ungan aldur, ikki er bangin fyri at taka ábyrgd í avgerandi støðum, sigur Martin Larsen, teammanager, í tíðindaskrivi frá Aalborg Håndbold.
Júst vantandi evni til at taka ábyrgd í avgerandi støðum var ein av orsøkunum til, at Aalborg valdi at lata týska stórspælaran, Juri Knorr, víðari til annað felag.
THW Kiel skrivar í fráboðan í dag, at Elias við avgerðini at flyta til Aalborg ikki velur Kiel frá, men heldur velur at vera nærri familjuni, og tað virða tey.
Sáttmálin hjá Eliasi við Kiel gongur út komandi summar. Elias sigur við heimasíðuna hjá Kiel, at hann ongantíð umhugsaði at flyta til annað felag í Bundesliguni, og at Aalborg tí var eitt rætt val fyri hann, tí har er frástøðan ikki so stór til tey fólk, sum hava týdning fyri hann.
Elias á Skipagøtu – í Kiel verður hann oftast nevndur ‘Skippy’ – hevur higartil spælt 122 dystir fyri Kiel og skorað 467 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald