Annað

Elisabet vann alt og Maiken fekk eitt 4. pláss

Tvær føroyskar kvinnur luttóku í bikini-kappingini í Open Danish Championship í Sønderborg í dag.

Elisabet Vang bleiv nummar 1 og Overall vinnari (Mynd: Rani Dahl-Olsen)

Elisabet Vang bleiv nummar 1 og Overall vinnari (Mynd: Rani Dahl-Olsen)

2018-09-22 19:38 Author image
Alda Nielsdóttir

Í dag varð Open Danish Championship, ið er ein dopingfrí altjóða fitness kapping av sama slagi sum Fitness Føroyar, hildin í Sønderborg.

25 atletar kappaðust í fýra kappingum - bodybuilding, men's physique, bikini, og figure.

Av teimum 25 atletunum vóru 13 teirra úr øðrum londum enn Danmark. Umframt danir luttóku fólk úr Føroyum, Sveis, Italia, Onglandi og Eysturríki.

Bikini-kappingin var deild upp í tveir bólkar, av tí at so nógvir luttakarar vóru. Kvinnurnar vóru bólkaðar eftir hædd.

Yngsti luttakarin var 20 ár, og tann elsti 49.

49 ára gamla Maiken Eriksen kappaðist í bólkinum "bikini short", og 20 ára gamla Elisabet Vang kappaðist í "bikini tall".

Vanligt er, at luttakarar yvir 40 ára aldur kappast í einum bólki fyri seg, sonevndi master-bólkurin, men Maiken Eriksen, ið var elst av øllum luttakarunum, var eisini einasti luttakarin yvir 40, so tí kappaðist hon móti kvinnum, ið vóru uml. 20 ár yngri enn hon.

Maiken Eriksen kom á eitt 4. pláss í "bikini short", og Elisabet Vang gjørdist nummar 1 í "bikini tall".

Eftir at hava vunnið sín bólk skuldi Elisabet Vang kappast móti vinnaranum av hinum bólkinum, í "bikini overall", og eisini tá gjørdist hon nummar 1.

Jákup Jacobsen, eigari av venjingarmiðstøðini Yndi Fitness, var við sum hjálparfólk, og hann sigur, at standardurin var øgiliga høgur.

"Hvørja ferð føroyingar eru við í einari fitness kapping, fáa tey altíð rós fyri at vera so væl fyrireikaði, og fleiri hava eisini spurt Maiken Eriksen og Elisabet Vang, hvussu tær venja o.s.fr.," sigur hann.

Maiken Eriksen (Mynd: Rani Dahl-Olsen)

Elisabet Vang (Mynd: Rani Dahl-Olsen)

placeholder
placeholder