
Tað kostar at vera við í steypafinaluni. Tað tykiskt í øllum førum at vera so í Íslandi. Bæði steypafinaluliðini spældu í gjár, fýra dagar eftir finaluna, og taptu.
Sí eisini: Stjarnan ov stutt í steypafinaluni
Tað vóru tó tvey góð lið, sum Fram og Stjarnan møttu, og síðstnevnda fekk veruliga oyruni í maskinuna í Mosfellsbær, sum eins og Garðabær, liggur tætt við Reykjavík.
Liðið hjá Jóhannesi Bjørgvin fekk einki at hanga saman, og eftir hálvleiksstøðuna 22-10 endaði tað 40-21 til Afturelding.
Jóhannes Bjørgvin í steypafinaluni leygardagin
Stjarnan tapti tá, og liðið varð eyðmýkt av Afturelding í gjár (Myndir: Harald Bjørgvin)
Jóhannes skeyt eitt mál í dystinum, meðan fyrrverandi VÍF-liðfelagi hansara var flúgvandi í løtum. Hallur Arason hevði seks skot í dystinum, og høgri bakkurin úr Kvívík skoraði uppá øll. Harvið varð hann næstbesti málskjútti í dystinum. Mánadagin skal Hallur Arason til Føroyar í landsliðsørindum.
Sí eisini: Hallur og Rógvi í landsliðshópin
Sveinur Olafsson spældi eina løtu í álopini men fekk ikki so nógv burturúr. Hann vardi annars á bakkinum í pørtum av dystinum, og Afturelding lat ikki nógv ígjøgnum.
Liðið hjá Sveini og Halli er á 3. plássi í fremstu íslendsku deildini.
Eitt stig frammanfyri er Valur. Høvuðsstaðarfelagið hevur tveir fyrrverandi StÍF-spælarar í hópinum. Báðir eru í hópinum til dystirnar móti Niðurlondum.
Allan Norðberg skoraði í gjár trý mál av høgra vongi, meðan Bjarni í Selvindi skoraði tvey mál úr bakketuni í 37-32 sigrinum. Við honum fór Valur frammum júst steypavinnararnar úr Fram.
Í fjør vann Valur steypafinaluna og European Cup. Í ár er málið íslendska meistaraheitið, og í gjár var tó talan um góðan sigur í grannauppgerðini.
Allan Norðberg fremst. Beint aftanfyri hann er Vilhelm Poulsen, sum ikki verður við til landsdystirnar hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald