Fótbóltur

EM: Avgerðin um seinastu hálvfinaluplássini fellur í kvøld

Danmark skal vinna á russisku favorittunum fyri at koma víðari - í hinum bólkinum verður dysturin millum Kroatia og Týskland avgerandi.

Anne Mette Hansen og hinar á danska liðnum hava knívin á barkanum í kvøld

Anne Mette Hansen og hinar á danska liðnum hava knívin á barkanum í kvøld

2020-12-15 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í millumumfarinum í EM-endaspælinum í Danmark er á skránni í dag. Tveir dystir eru í gongd nú, men teir eru heilt uttan týdning fyri kappingina.

Fyri donsku kvinnurnar bíðar ein stór uppgáva í Herning. Russland, ið er størsti favoritturin at vinna kappingina aftaná Noreg og sum ongan dyst hevur tapt í endaspælinum, skal basast, um liðið hjá Jesper Jensen skal koma í hálvfinaluna. Danmark vann fríggjakvøldið á Svøríki, og sunnudagin endaði tað við tíggju máls-sigri á Spania. Hjá Russlandi er javnleikur nóg mikið. Frakland er longu víðari úr bólkinum. Spurningurin er bara, um tað verður sum eitt'ari ella tvey'ari.

Í hinum bólkinum er Noreg sum væntað víðari við fullum stigatali higartil. Heimsmeistararnir Holland kunnu ikki røkka hálvfinaluplássið, so tað fer at standa ímillum Kroatia og Týskland, sum hittast klokkan 17.15. Kroatia stendur seg við javnleiki - Týskland skal vinna.

Bólkur 1 - topp trý
1. Russland (7 stig)
2. Frakland (7 stig)
3. Danmark (6 stig)

Frakland er betri innanhýsis enn Danmark

17.15:
Frakland - Svøríki
19.30:
Danmark - Russland

Bólkur 2 - topp trý
1. Noreg (8 stig)
2. Kroatia (6 stig)
3. Týskland (4 stig)

17.15: Kroatia - Týskland 
19.30: Ungarn - Noreg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder