Hondbóltur

Danmark sendi Svøriki út í kuldan

Eftir 24-22 tap móti donsku kvinnunum hevur Svøríki ikki møguleika at vinna seg víðari. Danmark er framvegis við.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-11 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danmark og Svøríki hittust í kvøld í millumumfarinum í EM-endaspælinum, sum verður spælt í Danmark um dagarnar.

Donsku kvinnurnar vunnu gysaran 24-22, og hava sostatt fýra stig eftir tríggjar dystir í millumumfarinum. Danmark skal hava trý sig í teimum báðu síðstu dystunum fyri at koma víðari, meðan Svøríki ikki longur hevur møguleikan.

Svensku kvinnurnar høvdu betri byrjanini av í dystinum, sum varð leiktur í Jyske Bank Boxen í Herning, men seint í fyrra hálvleiki tók Danmark yvir, og var í fleiri førum á odda við trimum málum. Støðan var 13-12 tá liðini fóru til hálvleiks.

Danmark var á odda í stórum parti av seinna hálvleiki, men sviar vildu ikki geva skarvin yvir, og komu eisini upp á javnt 22-22 tá fáir minuttir vóru eftir. Svensk útvísing, bjarging hjá Sandru Toft av brotskasti, og til síðst eitt effektivt dansk álop sum skoraði tvey mál tryggjaði danskan sigur.

Fyrr í kvøld spældu Frakland og Russland javnt 28-28. Støðan í hálvleikinum var annars 19-16 til Russland.

Danmark - Svøríki (24-22)
Frakland - Russland (28-28)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder