Í gjár vóru tíggju dystir í fýra ymiskum bólkum. Hetta vóru fyrstu dystirnir í EM-undankappingini. Skotland var fyri eyðmýkjing í Aserbadjan, HM-finalaistarnir komu afturum móti Aserbadjan men vendu dystinum, tvey mál frá Hazard vóru avgerandi fyri at basa Russlandi, og Holland vann trygt á heimavølli (2x Depay, Winjaldum og Van Dijk)
(Eden Hazard skoraði tvær ferðir fyri Belgia í gjárkvøldið - Mynd: EPA)
Í venjingardysti í Kosovo fekk Danmark janvleik í seinastu løtu.
Í dag eru dystir í trimum bólkum. Heimsmeistarnir eru stórfavoritttar í bólki H, har íslendingarnir eisini eru við og skulu hava trý stig í kvøld. Ongland er stórfavorittur í bólki A og á Wembley í kvøld. Í bólki B skal Portugal, við Ronaldo á odda, í eldin.
Bólkur F, har Føroyar eru við, fer í gongd í morgin.
Úrslitini í gjár:
Bólkur C:
Holland - Hvítarussland 4-0
Norðurírland - Estland 2-0
Fimm lið eru í bólkinum - Týskland hevði frí í 1. umfari
Bólkur E:
Kroatia - Aserbadjan 2-1
Slovakia - Ungarn 2-0
Fimm lið eru í bólkinum - Wales hevði frí í 1. umfari
Bólkur G:
Ísrael - Slovenia 1-1
Makedónia - Lettland 3-1
Eysturríki - Pólland 0-1
Bólkur I:
Kasakhstan - Skotland 3-0
Kýpros - San Marino 5-0
Belgia - Russland 3-1
Dystirnir í dag:
Bólkur A:
17.00: Bulgaria - Montenegro
19.45: Ongland - Kekkia
Fimm lið eru í bólkinum - Kosovo hevur frí í 1. umfari
Bólkur B:
19.45: Luksemborg - Litava
Portugal - Ukreina
Fimm lið eru í bólkinum - Serbia hevði frí í 1. umfari
Bólkur H:
19.45: Albania - Turkaland
Andorra - Ísland
Moldova - Frakland
Fótbóltur
EM-undankapping: Nógvir áhugaverdir dystir í kvøld
Tíggju dystir vóru í gjár. Í kvøld eru sjey á skránni, har m.a. annað Frakland, Ísland og Ongland skulu í eldin.
Frakland og Ísland hittust í EM-endaspælinum í 2016; nú eru londini í sama bólki í undankappingini (Mynd: EPA)
2019-03-22 13:16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald