placeholder
Fótbóltur

EM-undankappingin: Her er leikskráin

Føroyar byrja á Malta og enda í Svøríki. Heimadystirnir verða leiktir í summar og heyst.

Dystarskráin er løgd; Føroyar byrja á Malta
(Mynd: Sverri Egholm)

Dystarskráin er løgd; Føroyar byrja á Malta (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-02 22:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan hjá fótbóltssambandinum skrivar, at nú er leikskráin fyri EM-undankappingina í 2019 til reiðar.

Føroyska A-landsliðið við monnum byrjar 2019, har teir sleptu í 2018. Fyrsti dystur í undankappingini til EM í 2020 verður nevniliga á útivølli ímóti Malta leygardagin 23. mars klokkan 17:00.

Lutakastið var í Dublin á middegi, og har komu Føroyar í bólk F saman við Spania, Svøríki, Noregi, Rumenia og Malta. Føroyska liðið skal sostatt spæla 10 týðandi dystir komandi ár.

Les eisini: Lars Olsen: Ein stór og sera spennandi avbjóðing


Leikskráin:

23. mars

Malta – Føroyar

26. mars

Rumenia – Føroyar


7. juni

Føroyar – Spania

10. juni

Føroyar – Noreg


5. september

Føroyar – Svøríki

8. september

Spania – Føroyar


12. oktober

Føroyar – Rumenia

15. oktober

Føroyar – Malta

 

15. november

Noreg – Føroyar

18. november

Svøríki – Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder