Hondbóltur

Endiliga komnir uppá pláss í Eysturríki

Flogferðin úr Føroyum varð nógv seinkað vegna tekniskar trupulleikar. Hópurin fer um eina løtu í høllina at venja.

Ferðalagið kemur til gistingarhúsið (Mynd: Sverri Egholm)

Ferðalagið kemur til gistingarhúsið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-29 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - Føroyska manslandsliðið hevur ein ógvuliga stóran dyst á skránni her í morgin. Eitt pláss í EM-endaspælinum er uppá spæl, men dagurin beint frammanundan hevur ikki gingið sum ætlað.

Flogfarið við føroyska ferðalagnum fór ikki uppfrá fyrrenn 11.15 - umleið tríggjar tímar seinni enn ætlað. Orsøkin var eitt tekniskt brek, sum tey varnaðust, eftir at flogfarið var farið frá gate’ini. Øll ferðafólkini fóru innaftur, og bíðaðu leingi at sleppa umborð aftur.

Túrurin til Keypmannahavn gekk tó væl, men tá komið var til Kastrup var bert umleið ein tími til fráferð til Zurich. Hópurin og hjáparfólk noyddust út eftir viðførinum, síðank tjekka inn aftur og ígjøgnum trygdareftirlit. Har var lang bíðirøð, men sambært Hondbóltssambandinum hjálpti Ásvald Simonsen væl til.

Seinkingin í Kastrup var umleið ein hálvur tími. 90 minuttir seinni lendi ferðalagið í størsta sveisiska høvuðsstaðnum, og síðani gekk leiðin við bussi yvir markið til Eysturríkis.

Her í býnum Bregenz hevur føroyska liðið eina heilt lætta venjing - rørslur og gjøgnumgongd í kvøld - og í morgin klokkan 17 er brakið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder