Hondbóltur

Endurtøka av finaluni í fjør

VÍF rann frá H71 í 2. hálvleiki í Vestmanna - Kyndil koyrdi sigurin heim í Havn.

Agnas Olsen og VÍF vóru flúgvandi í 2. hálvleiki í dag, og vóru sterkari enn H71
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Agnas Olsen og VÍF vóru flúgvandi í 2. hálvleiki í dag, og vóru sterkari enn H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-17 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er endaliga greitt, hvørji lið skulu spæla steyafinaluna hjá kvinnum komandi vikuskifti. Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnum eru leiktar seinnapartin, og tað vóru favorittarnir, ið komu víðari. 

Í Vestmanna var lagt upp til spennandi dyst, tá H71 var á vitjan. Vestmannakvinnur vunnu 26-25 í sera tøttum dysti í Hoyvík mikukvøldið, og tískil skuldi H71 vinna í Vestmanna. Tað hava hoyvíkskvinnur gjørt í landskappingini. Men í dag eydnaðist tað ikki. Tað var annars javnleikur í hálvleikinum. Tað var málfátækt, men inntenst fyri steðgin. Málverjarnir, Viviann Petersen og Annika Fríðheim Petersen, stóðu sera væl. VÍF hevði yvirvágina eina løtu, men H71 svaraði aftur, og tað var 8-8, tá liðini fóru at hvíla seg.

Vestmannakvinnur gjørdu eins og í 2. hálvleiki í Hoyvík. Maria H. Weyhe varð hálvgum mansvard, ella skuggað, av Agnas Olsen, og Marita Mortensen varð fullkomiliga mansvard so at siga allan dystin, og hennara fýra mál komu uppá brotskast. Stórleikararnir hjá H71 vórðu harvið tiknar úr spælinum, og hetta fekk útiliðið ongantíð heilt loyst. Hinir leikararnir noyddist at taka ábyrgd, og hóast Gurið á Borg skoraði 7 mál, so var hetta ikki nóg mikið.

Myndir: VÍF-H71

Álopsspælið hjá VÍF kom av álvara í gongd i 2. hálvleiki. Eftir bert 12 minuttir hevði heimaliðið skorað fleiri mál enn í øllum 1. hálvleiki. Nógvir streingir vóru at spæla uppá, og serliga Durita C. Jojic gekk á odda. Steypavinnararnir skaptu sær eina leiðslu við nøkrum málum tíðliga, og H71 megnaði ikki at gera tað heilt spenanndi ímóti endanum. Tað tyktist sum um, at tá tað skuldi avgerast, hevði VÍF meira ís í búkinum.

Kyndil spældi seg so at siga í finaluni við 15-máls sigri í Klaksvík mikukvøldið. Í dag var heldur eingin ivi. Kyndil var í sterkastu uppstilling í 1. hálvleiki, har Stjørnan bert fekk seks mál. Fleiri á heimaliðnum vórðu spardar nógv ella heilt í 2. hálvleiki, og aðrar sluppu framat. Kyndliskvinnur skulu nú royna at koppa VÍF í finaluni komandi leygardag

VÍF - H71 27-21 (8-8)

Toppskjúttar: Heidi Maria Akselsen 6, Gurið á Borg 7

Kyndil - Stjørnan 30-21 (14-6) 

Toppskjúttar: Bára K. Hansen 7, Tóra Eliasen 7


Klokkan 18.00 eru seinnu hálvfinalurnar hjá monnum á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder