KÍ boðar seinnapartin frá á heimasíðu sínari, at ein tilgongd og frágongd verður i hópinum. 28-ára gamli Takuya Matasunaga kom til Klaksvíkar undan kappigngarárinum og gjørdist fyrsti japanski leikarin í føroyskum fótbólti. Betrideildin hevur tó ikki heilt passað til Takuya; hetta hevur venjarin Mikkjal Thomassen m.a. sagt í miðlunum. Sambært Faroe Soccer hevur japanarin bert leikti fimm dystir. 290 minuttir. Hann hevur eisnii havt ein skaða at plágast við, og nú hevur hann sambært ki.fo valt at royna okkurt nýtt.
Í hansara stað kemur nýggjur miðvallari. Talan er um 27-ára gamla Magnusi Stramnestrø úr Noregi, ið harvið gert triðji norski leikarin í KÍ-hópinum. Áleyparin Torbjørn Grytten og miðvallarin Simen Sandmæl komu til Klaksvíkarundan kappingarárinum. Grytten hevur havt trupulleikar við skaðum, meðan Sandmæl er vorðin ein profilur hjá KÍ og í føroyskum fótbólti.
Eins og Sandmæl hevur Stramnestrø seinast leikt í Eliteserien við Ranheim IL. Annars hevur Stramnestrø spælt við Molde og Sogndal, ið føroyingar fyrr hava umboðað, og Kristanssund, ið Meinhard Egilsson Olsen spælir fyri nú. Nýggi miðvallarin hevur eisini umboðað størsta norska felagið, Rosenborg, í nøkur ár, ið hann m.a vann The Double við í 2015. Hann fekk tó ikki so nógva spælitíð í Trondheim. Stamnestrø hevur umboðað U19 og U20-landsliðini hjá Noregi.
Magnus Stamnestrø varð í norskum miðlum fyri stuttum settur í samband við KÍ. Nú hann hevur gjørt avtalu við oddaliðið í Betrideildini, sigur hann millum annað soleiðis við heimasíðu felagsins:
- Eg eri sera spentur upp á nýggju uppgávuna og ikki minst at gerast partur av felagnum, KÍ. Eg kenni lítið og einki til føroyskan fótbólt undantikið tað, eg havi sæð í norskum fjølmiðlum um A-landsliðið og føroysku spælararnar, sum hava spælt í Noreg.
Stamnestrø lýsir seg sjálvan, sum ein royndan og tekniskt góðan leikara, ið hevur sínar dygdir í tí skapandi og álopskenda spælinum.
Magnus Stamnestrø kemur til landið í morgin, og byrjar sínar fyrireikingar við venjing í KÍ í komandi viku. Sambært Norðlýsinum spælir hann helst fyrsta dystin 22. juni móti TB í Trongisvági - føroyska flytingarvindeygað opnar 15. juni so leikarin er tøkur at spæla eftir tað. Avtalan millum partarnar er galdandi fyri restina av kappingarárinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald