Fótbóltur

Enn ein sigur hjá U21-monnunum hjá Bagga

Føroyska U21-landsliðið vann 1-0 ímóti Norðurmakedonia.

(Mynd: Andrass Thomsen / FSF)

(Mynd: Andrass Thomsen / FSF)

2022-03-29 18:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U21-landsliðið yviraskar ferð eftir ferð, og aftur í kvøld fingu teir eitt gott úrslit.

Í EM-undankappingardysti vunnu Føroyar 1-0 ímóti Norðurmakedonia í Skopje.

Føroyska málið kom eftir brotsspark í 52. minutti, sum Stefan Radosavljevic tók sær av.

Síðsta korterið trýstu norðurmakedónar øgiligt, men tætta føroyska verjan stóð stinn og megnaði saman við Bárði á Reynatrøð í málinum at hála sigurin heim.

Norðurmakedonia - Føroyar 0-1 (0-0)
52’ Stefan Radosavljevic 0-1 (br.)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder