Føroysku fótbóltsdreingirnir á U17 landsliðinum vóru aftur í dag fyri stórtapi í Skopje í Makedónia, tá teir fyri løtu síðani taptu 6-0 móti Spania. Føroyska landsliðið er í Skopje, har teir skulu spæla tríggjar EM-undankappingardystir.
Spania lat ongan iva verða um hvat var betra liðið, og longu eftir 5 minuttum løgdu spaniólar seg á odda. Bert fimm minuttir seinni høvdu teir tvífalda um leiðsluna, og tá liðini fóru til hálvleik var støðan 3-0 til Spania.
Seinni hálvleikur hilnaðist ikki nógv betur, og bert tveir minuttir inn í seinna hálvleik var aftur mál til Spania. Spaniólar skoraðu tvey mál afturat, og merkti hetta, at føroyska liðið enn einaferð fór av vøllinum við 6-0 tapi.
Føroyska liðið tapti 6-0 móti Ísrael í fyrsta dystinum. Triði og seinasti dystur verður 26. oktober. Tá eitur mótstøðuliðið Makedónia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald