Annað

Enn eitt NM bragd hjá Knút Lútzen

Í A finalu í GDB í dag gjørdist hann nummar fimm og vann sær aftaná enn eitt A finalupláss í T2.

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

2026-08-08 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagurin í NM í gonguløgum, í Margaretahof í Svøríki royndist væl hjá Knút Lútzen.

Fyrst kappaðist hann á hestinum Kára frá Ásbrú í GDB A finalu. Hetta er triðja NM á rað, at teir báðir luttaka í A finalu. Á Álandi í 2022 vunnu teir gull, Í Herning í 2024 vunnu teir silvur, og nú í Margaretahof megnaðu teir at gerast nummar fimm.

Stutt aftaná GDB finaluna skifti Knút ross. Nú fór han við Hvíni frá Árbærjarhjálægu II, og teir báðir skuldi nú kappast í innleiðandi í T2, (tølt). Her gjørdu teir bart og har tað kanska var væntað, at Knút og Kári fóru at koma í A finalu, var tað helst eitt sindur óvæntað hjá mongum, at Knút og Hvínur ikki bara komu í finalu, men teir komu heilt upp á fjórðapláss í innleiðandi og skulu tí kappast í A finalu sunnudagin.

So NM vónin livur enn hjá føroyska landsliðnum í Svøríki, skrivar Ríðisamband Føroya.

T2 finalan er sunnudagin kl 13:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder