Hondbóltur

Enn ivasamt við Eliasi

EM-hópurin setti í gjár hol á fyrireikingarnar til endaspælið, men skaðastøðan hjá størstu stjørnuni er ivasom.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-04 13:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hann (Ellias Ellefsen á Skipagøtu, red.) er positivur. Sannleikin er tann, at eingin ordiliga veit, hvussu skaðin fer at útvika seg, men vit og hann eru positivir í øllum førum.

Tað segði Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari á føroyska manslandsliðnum í hondbólti, við útvarpið í gjárkvøldið, um skaðan hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.

Hetta var í sambandi við, at EM-hópurin í gjár hittist fyri fyrstu ferð í sambandi við EM-endaspælið, sum byrjar 16. januar í Oslo við dysti móti Sveis.

[object Object]Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Dagarnar til liðið fer til Oslo 14. januar verður vant ymsastaðni í Føroyum og eisini vitjað ymastaðni. Fríggjakvøldið 9. januar og sunnudagin 11. januar verða venjingardystir móti Italia spældir við Tjarnir. Og í teimum dystunum skal ikki væntast, at Elias Ellefsen á Skipagøtu verður á vølli.

- Vit fáa tveir Italiadystir, og eg kann ikki ímynda mær at Elias spælir teir dystirnar. So mugu hinir taka av. Vit sóu til Golden League, at tað vóru aðrir sum fiungu nógva spælitíð og høvi at vísa seg, sigur Hjalti Mohr Jacobsen við útvarpið hjá KvF.

Hann nevnir Bjarna í Selvindi, Tróndur Mikkelsen, Rói á Skipagøtu og Paula Mittún, sum eru nakrir, sum skulu vísa seg.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk stutt fyri jól ein skaða í økslina. Hann hevur ikki spælt fyri felag sítt Kiel síðan.

Føroyar spæla fyrsta dystin í EM-endaspælinum móti Sveis fríggjadagin 16. januar.

--

18 spælarar eru úttiknir til endaspælið og 16 vera við hvønn dyst.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HC København (DEN)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)

Soleiðis verður spælt í Oslo
Fríggjadagin 16. jan kl. 19.30 Føroyar – Sveis
Sunnudagain 18. jan kl. 17.00 Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. jan kl. 19.30 Slovenia – Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder