Fótbóltur

Ensku liðini á torførar uppgávur

Tottenham stendur fyri risa avbjóðing í Champions League í kvøld.

2018-10-03 13:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Átta dystir verða í kvøld spældir í Champions League kappingini fyri bestu lið í Evropa. Fyrru dystirnir í øðrum umfari í kappingini vórðu spældir í gjárkvøldið, og í kvøld verða seinnu dystirnir spældir.

Nakrir sera spennandi dystir verða spældir í kvøld, og serliga er tað dysturin á Wembley Stadium í London, har Tottenham tekur ímóti Barcelona, sum tey flestu munnu halda eitt vakið eyga við. Barcelona vann sín fyrsta dyst í bólkinum, meðan Tottenham heldur óvæntað tapti 2-1 móti Inter. Tí er trýstið á Tottenham at fáa eitt gott úrslit í kvøld.

Hitt enska liðið í kappingini hevur eisini eina torføra avbjóðing fyri framman. Liverpool er á vitjan í Italia, har Napoli tekur ímóti. Napoli gav seinasta kappingarár Juventus harða mótstøðu í italsku deildini, og við einum heimsklassa venjara sum Carlo Ancelotti á odda, verður mótstøðan hjá Liverpool sera hørð. Liverpool hava tó fingið eina framúr byrjan uppá kappingarárið, og hava enn ikki tapt ein dyst í bestu ensku deildini. Meðan Liverpool vann 3-2 á Paris Saint-Germain í fyrsta dystinum í ársins Champions League, spældi Napoli málleysan javnleik móti Reyðu Stjørnu Beograd úr Serbia.

Ein annar stórur dystur í kvøld er tann í Dortmund, har Borussia Dortmund tekur ímóti AS Monaco úr Fraklandi. Týska stórliðið hevur staðið seg væl í kappingini seinastu árini, meðan ríkfelagið úr Monaco eisini hevur tikið seg nógv fram. Borussia Dortmund vann 1-0 móti Club Brugge í fyrsta dystinum, meðan Monaco tapti 2-1 fyri Atletico Madrid.

Dystirnir í kvøld eru hesir:

Klokkan 17:55

Paris Saint-Germain – Reyða Stjørna Beograd

Lokomotiv Moskva – Schalke 04

Klokkan 20

Atletico Madrid – Club Brugge

Borussia Dortmund – Monaco

PSV Eindhoven – Inter

Tottenham – Barcelona

Napoli – Liverpool

Porto - Galatasaray

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder