Fótbóltur

Eriksen og Danmark sigraðu

Donsku stjørnurnar traðkaðu til aftur í gjárkvøldið; yvirlit yvir Nations League - úrslitini her.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-09-10 08:49 Author image
Agnar Frederiksen

Átta dystir í Nations League vóru leiktir í gjárkvøldið. Allar deildirnar vóru í gongd.

Danmark vann á heimavølli í Århus á Ryan Giggs og Wales í afturkomuni hjá yrkisleikarunum á landsliðinum. Christian Eriksen skoraði bæði málini í dystinum; eitt í hvørjum hálvleiki.

Fronsku heimsmeistararnir vunnu tepurt á heimavølli, og Norra tapti fyri Bulgaria. 

Dystirnir í gjár: 

Deild A - bólkur 1: 
Frakland - Holland 2-1

Deild B - bólkur 1: Ukreina - Slovakia 1-0
             bólkur 2: Danmark - Wales 2-0

Deild C - bólkur 3: Bulgaria - Norra 1-0
                           Kýpros - Slovenia 2-1

Deild D: bólkur 1: Georgia - Lettland 1-0
            bólkur 4: Makedonia - Armenia 2-0
                          Liktinstein - Gibraltar 2-0