Fótbóltur

Estland hevði munin

Kvinnulandsliðið endaði Baltic Cup við einum 3-1 tapi fyri estlendsku vertunum í finaluni.

Vónbrotið sást á føroysku spælarunum eftir 3-1 tapið móti Estlandi í finaluni (Mynd: Maria Ziskason / FSF)

Vónbrotið sást á føroysku spælarunum eftir 3-1 tapið móti Estlandi í finaluni (Mynd: Maria Ziskason / FSF)

2022-10-09 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Føroyska avrikið var ikki av teimum bestu í Baltic Cup finaluni hesaferð. Undantikið nakrar lutfalsliga stuttar løtur í dystinum, har føroyska liðið bjóðaði av, var tað Estland, sum javnt og samt hótti føroyska málið tað mesta av dystinum.

Vertirnir fingu hol á málskjótingina miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og eittmálsleiðslan helt sær til hálvleiks. Fyrstu løtuna eftir steðgin sá frægari út við føroyskum brillum, og spenningurin øktist enn meira, tá estlendska verjan stutt eftir hálvleik kloddaði bóltin í egið mál til støðuna 1-1.

Tíverri vóru vertirnir skjótar at endurvinna sær leiðsluna, og leikliga yvirvágin tryggjaði teimum tvey mál afturat í seinna hálvleiki, soleiðis at dysturin endaði 3-1 til Estland.

– Vit kenna okkum vónbrotnar beint nú, tí hetta var ein dystur, har vit høvdu viljað givið teimum skarpari gang. Men tær høvdu munin í dag, og vit kunnu bara taka tað við okkum, sum vit læra og kunnu betra til komandi uppgávur, sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum eftir dystin.

Samanumtikið endaði landsliðið sostatt Baltic Cup kappingina við einum 3-2 sigri móti Lettlandi og einum 3-1 tapi móti Estlandi. Nú verður vetrarsteðgur í dystarskránni hjá landsliðnum, áðrenn farið verður undir nýggja EM undankapping í vár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder