Í gjár vísti føroyska U17-liðið hjá Føroyum veruliga sínar dygdir við fyrst at vinna stórsigur á Norra, og síðani at koppa spaniólar. Hetta var tískil ein stórur dagur fyri hondbóltføroyar. Í dag var Estland á skránni í European Open. Baltiska liðið hevði tapt báðar dystirnar í gjár, og harvið vóru Føroyar stórfavorittar at vinna. Hetta livdi okkara eisini upp til - uttan at brúka alt ov nógva orku vunnu Føroyar við 11 málum.
Føroyar avgjørdi alt í 1. hálvleiki. Serliga var tað sterka verjan, ið var viðvirkandi til, at Estland ongantíð fekk hótt Føroyar. Verjan var vælskipað og ágangandi, og Pauli Jacobsen var aftur sannførandi í málinum. Fleiri góð ting vóru eisini at síggja í álopsspælinum, har Elias á Skipagøtu aftur gekk á odda við sera góðum málum og fríspælingum. Hann var ein av teimum, ið var spardur í 2. hálvleiki.
Tað vóru níggju mál á muni í steðginum, og bert fimm mál komu ígjøgnum. Allir leikarar komu í spæl í dag, og hóast ein rúgva av orka ikki var nýtt, so var fokus gott. Álopsspæli fleyt tó ikki eins væl í 2. hálvleiki sum fyri steðgin og í dystunum í gjár. Ferðin var ikki høg, og rútman var ikki heilt har í álopspartinum; tekniskir feilir og yvirtrakk vóru millum annað gjørd fleiri ferð. Estland spældi eisini nakað betri í verjupartinum, meðan okkara framvegis hildu gott støði í verjuni.
Tað var greiður munur á liðunum, og fyri Føroyar var hetta ein perfektur dystur. Nú hava ungu føroysku mennirnir frí restina av degnum, áðrenn seinastu uppgávurnar í bólki C, ímóti Georgia og Ísrael, eru á skránni í morgin. Føroyska U17-liðið er á odda í bólkinum, og liggur væl fyri at koma víðari sum eitt'ari.
European Open, 3. dystur
Føroyar - Estland 22-11 (14-5)
Føroysku málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6
Baldur Gillason 4
Pauli Mittún 3
Janus Dam Djurhuus 3
Hákun West av Teigum 3
Bogi Hansen 1
Viktor Gaini 1
Ovi Lützen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald