Hondbóltur

European League: Kiel og Flensburg eru sum væntað í hálvfinalunum

Í morgin verður greitt, um liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen skulu spæla hálvfinalu móti hvørjum øðrum ella møguliga kunnu hittast í finaluni.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hugdi fyri tað mesta at í kvøld. Hann legði tó upp til tvey mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hugdi fyri tað mesta at í kvøld. Hann legði tó upp til tvey mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-29 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsku stórfeløgini greiddu sína skyldu, tá tey vóru á heimavølli í seinnu fjórðingsfinalunum í European League í kvøld.

THW Kiel spældi javnleik í Fraklandi í fyrra dystinum. Limoges bjóðaði av í 1. hálvleiki og var eina løtu á odda við tveimum málum. Kiel var tó á odda 16-15 og vann 35-30.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði ikki stóran leiklut í kvøld. Føroyski spælskiparin kom inn til tvey álop móti endanum av fyrra hálvleiki, tá sviin Eric Johansson hevði útvísing, og Elias legði upp til mál í báðum álopunum við alvering til vongin.

Nummar 71 spældi eisini seinastu seks minuttirnar av dystinum. Málverjin bjargaði skoti hansara. Annars var Elias á Skipagøtu við til at skapa tvey mál.

Alt var annars avgjørt tá. Í løtuni spælir Filip Jicha nógv mest við Johansson, Emil Madsen og Domagoj Duvnjak í bakketuni, og harvið situr Elias væl meira á bonkinum, enn hann gjørdi fyri nøkrum vikum síðani.

[object Object]
Elias á Skipagøtu í landsdysti í Niðurlondum 16. mars. Eftir landsliðssteðgin hevur tað sveiggjað nakað við hansara spælitíð - nú hava hann og hinir týsku steypavinnararnir tó aftur hálvfinalu fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Annað árið á rað eru Elias og teir í einum evropeiskum Final Four - í fjør var tað í Champions League.

Flensburg-Handewitt og Jóhan á Plógv Hansen spældi eisini Final Four í European League í fjør, og tað endaði við, at Flensburg vann kappingina við finalusigri á Fücshe Berlin.

So er spurningurin, um tey bæði týsku risafeløgini hittast í finaluni í næststerkastu evropeisku kappingini 25. mai. Um møguleiki skal vera fyri tí, so skulu tey ikki draga hvørt annað í lutakastinum til hálvfinaluna, sum verður í morgin, mikudagin, klokkan trý føroyska tíð.

Melsungen er triðja hálvfinaluliðið, og tað triðja týska, og franska Montpellier er eisini við.

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg tryggjaðu sær endaliga plássið við 35-29 sigri á GOG . Týska felagið vann eisini fyrru fjórðingsfinaluna - Jóhan skoraði tvey mál uppá trý skot í kvøld.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder