Eftir at hava tapt báðar teir fyrstu dystirnar móti Svøríki og Montenegro mánadagin, reistu føroysku U16-kvinnurnar seg veruliga eftir ósigrunum við einum frálíkum javnleiki móti Hollandi.
Dysturin endaði 23-23.
Holland var annars undan dystinum mett sum sterkasta liðið í bólkinum. Føroyska liðið var fyri tað mesta aftanfyri í fyrra hálvleiki og fóru føroyingar til hálvleiks aftanfyri 11-9.
Í seinna hálvleiki vóru Føroyar tó betra liðið, og vóru føroysku kvinnurnar frammanfyri við tveimum málum seinastu løtuna, og kundu tær havt vunnið dystin.
Tíverri eydnaðist hetta ikki, men má javnleikurin metast sum eitt gott úrslit fyri Føroyar.
Málskjúttar hjá Føroyum
Rakul Borgarlíð Joensen 7
Silja Geirsdóttir Eystberg 5
Joan Johannesen 3
Bára Reginsdóttir 2
Katrin Hansen 2
Agatha Djurhuus 2
Ró Reginsdóttir 1
Sára Sóleyardóttir Hórðará 1
Millumrundan í European Open byrjar í dag, og spæla Føroyar ímóti Finnlandi seinnapartin, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Skráin fyri komandi dystirnar
Mikudagin kl. 15.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin kl. 10.00 Ísland – Føroyar
Hósdagin kl. 14.00 Lettland – Føroyar
Fríggadagin kl. 08.00 Føroyar – Estlands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald