Í fremstu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur, Volleyligaen, fara tey nú í holt við dystirnar um heiðursmerkini, og føroyska Eva Winther Nagata skal við liði sínum, ASV Elite úr Aarhus, spæla um bronsuheiðursmerkini ímóti Team Køge. Spælt verður best av trimum dystum.
ASV Elite spældi í hálvfinalunum ímóti Brøndby VK og tapti tríggjar dystir og vann ein, har spælt varð best av fimm dystum.
Á liðnum hjá Team Køge hevur hálvføroyska Freja Hentze, við mammu úr Føroyum, spælt, men hon var so óheppin at fáa skaða í knæið og skal tí leggjast undir skurð og verður ikki við í dystunum um bronsuna.
Fyrsti dysturin verður í Køge í kvøld kl. 18.30 føroyska tíð.
Annar dysturin verður í Aarhus annan páskadag 18. apríl kl. 13, og ein møguligur triði dystur í Køge týsdagin 19. apríl kl. 18.30.
Dystirnir verða stroymdir á http://volleytv.dk (vel upcoming).
Liðini møttust tríggjar ferðir í grundspælinum, og har vann ASV Elite tveir dystir og Team Køge ein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald