Fótbóltur

Everton kann leggja seg einsamalt á odda

3. umfar í Premier League fer í gongd í kvøld, og liðið hjá Marco Silva kann taka oddasessin.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-08-23 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld verður oddabrak á Anfield, har einastu liðini við fullum stigatali eftir tvey umfør hittast. Um ein vinnari verður funnin millum Liverpool og Arsenal,so verður tað liðið heilt vist oddalið eftir 3. umfar.

Everton kann leggja seg á ovastu rók í kvøld. Eftir 0-0 móti Crystal Palace og 1-0 móti Watford hevur bláa liðið úr Liverpool fýra stig. Í kvøld er Everton á vitjan hjá uppflytaranum Aston Villa, ið higartil hevur tapt fyri Tottenham og Bournemouth.

Fyrsta bríksl á Villa Park í kvøld er klokkan 20.00. Dysturin kann síggjast á Viaplay. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder