Til lutakastið til undanumfarið í Europa League fyri 15 døgum síðani vóru bæði KÍ og NSÍ styrkismett (seedaði). Eftir lutakastið var greitt, at NSÍ hevði fingið truplasta uppgávuna, sum gjørligt var at fáa, meðan KÍ nærum fekk eitt dreymalutakast. Hetta er tó bert á pappírinum; í dag skulu føroysku liðini í eldin í kappingini.
Runavíkingar hava útivøll fyrst. Hetta hevur av mongum ígjøgnum tíðina hevur verið mett at vera ein fyrimunur, tá leikt verður yvir tveir dystir. Tó hevur tað fyrr verið ein vansi hjá føroyskum liðum, tí at munurin gerst so stórur í fyrra dystinum, at spenningurin er farin úr uppgerðini undan dystinum í Føroyum. Hetta sást hjá júst NSÍ í fjør, ið tapti 6-1 fyri Hibernian í Skotlandi í fyrra dystinum. Men tá, eins og nógv av undanfarnu árunum, hevur verið talan um mótstøðulið, ið eru á væl hægri støðu enn Ballymena.
(30-ára gamli Pól Jóhannus Justinussen - her í dysti ímóti Hibernian á Svangaskarði í fjør - spælir sín evropeiska dyst nummar 10 í kvøld. Hann hevur tvey mál í Europa League - bæð vórðu skoraði ímóti norðurírska Linfield á Svangaskarði í 2015 - Mynd: Jens Kr. Vang)
Hópurin hjá NSÍ leggur nú seinastu hond á fyrireikingarnar í býnum við áleið 30,000 íbúgvum, har spælast skal á leikvølli, ið tekur yvir 4.000 áskoðarar. Ballymena United er eitt 91-ára gamalt felag, ið ongantíð hevur vunnið norðurísku deildina. Í fjør endaði Ballymena á 2. plássi - níggju stig aftanfyri Linfield, sum NSÍ vann 4-3 ímóti á Svangaskarði í 2015 men sum vann 5-4 samanlagt. Ballymena tapti í fjør 5-0 samanlagt ímóti Odd úr Noregi í fyrsta umfarinum og er ongantíð komið víðari í evropeiskari kapping. Óseedaða liðið er tó ein rímiliga greiður favorittur at vinna ímóti NSÍ í dag - sigur til føroyska liðið gevur pengarnar meira enn fýra ferðir aftur. Tað snýr seg um hjá NSÍ at fáa so gott útgangsstøði sum gjørligt við heim til Føroyar.
NSÍ bjargaði sær ein javnleik í oddadystunum ímóti B36 í Gundadali leygardagin. Talan var um mál í yvirtiðini frá Jóhan Troest Davidsen, ið saman við sigrinum hjá TB á KÍ seinni sama kvøld gjørdi, at NSÍ í løtuni er oddalið orsakað av málúrtøku. Hetta var níggjundi dystur uttan ósigur á rað; javnleikurin kom eftir átta sigrar á rað, og tað er týðiligt at NSÍ er væl fyri og vælskpað undir Guðjón þórðarssyni. Hópurin er so gott sum fullmannaður. Liðformaðurin Klæmint Andrasson Olsen fór út í hálvleikinum ímóti B36, men talan var helst um fyribyrgjandi útskifting, tí málrevurin hevði trupulleikar við lærkrikanum í vikuni fram til dystin.
(Jóhan Troest Davidsen tryggjaði NSÍ stig leygardagin - í kvøld spælir 31-ára gamli verjuleikarin sín evropeiska dyst nummar 19. Jóannes Kalsø Danielsen og KÍ spæla á heimavølli í kvøld - Mynd: Jens Kr. Vang)
KÍ var fyri vónbroti leygardagin, tá liðið misti takið á oddasessinum við 1-0 tapið á Jóansøku. Klaksvíkingar hava tó havt eitt sera gott kappingarár í Betrideildini higartil; nú er fokus hjá teimum bláu og hvítu á Tre Fiori og Europa League. Í kvøld er KÍ á pappírinum stórfavorittur ímóti liðnum úr San Marino. Málið hjá KÍ er heilt víst at koma víðari úr undanumfarinum, eins og liðið gjørdi í fjør tá Birkirkara av Malta varð varpað út av kappingini. Hetta var fyrstu ferð, at KÍ kom víðari í evropeiskari kapping.
KÍ vendi aftur til evropeiska kapping í 2017 eftir tíggju ára steðg. Teir seks dystirnar síðani hava givið ein sigur, tríggjar javnleikir og tvey tap. Tað hevur fyri tað mesta sæð gott út hjá liðnum hjá Mikkjal Thomassen, ið nú skal royna seg í leiklutinum sum rímiliga greiðir favorittur at koma víðari.
(KÍ vann í fjør 2-1 á Birkirkara í Gundadali í undanumfarinum. Hetta sendi KÍ víðari í Europa League - Mynd: Sverri Egholm)
Eins og mótsstøðuliðið hjá NSÍ, er Tre Fiori eitt lið við hálvtíðar yrkisleikarum (semi-professionellum) Liðið endaði á 3. plássi í San Marino í júst farna kappingarárið og vann steypakappingina. Í fjør kom liðið víðari í hesum umfarinum í Europa League við sigri á Bala Town úr Wales, áðrenn Tre Fiori fekk oyruni í maskinuna í 1. umfari og tapti 10-0 fyri Rudar Velenje.
Vit dagføra beinleiðis frá báðum dystunum á forsíðu okkara. Eftir dystirnar taka vit samanum, og vit verða til staðar í Gundadali við myndatólinum.
Europa Leage undanumfar - fyrru dystirnir:
(19.00): KÍ - S.P Tre Fiori (San Marino)
(19.45): Ballymena United (Norður Írland) - NSÍ
Fótbóltur
Evropeiska avbjóðingin hjá NSÍ og KÍ er á gáttini
Fyrru dystirnir í undanumfarinum eru í kvøld, og talan eru heilt um ymiskar uppgávur hjá KÍ, sum spælir í Gundadali og NSÍ, sum er í Norður Írlandi.
(Mynd: Jens Kr. Vang - Savnsmynd) - Dystur frá Betrideildini millum liðini í fjør; Páll A. Klettskarð er nú aftur á KÍ-liðnum
2019-06-27 08:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald