Fótbóltur

Evropeiska mótstøðan verður greið í dag

Her er yvirlit yvir liðini, ið KÍ, B36, NSÍ og HB kunnu trekkja. Bólkingin er gjørd við "korona-atliti" og er á pappírinum góð fyri føroysku liðini. Lutakastið til Champions League byrjar klokkan 11 - til Europa League ein tíma seinni.

KÍ sendi í fjør Riterai úr Litava út í 1. umfari í Europa League - í dag er Sudava, litaviska meistaraliðið, eitta av fýra møguligum mótstøðuliðum hjá føroyameistarunum í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ sendi í fjør Riterai úr Litava út í 1. umfari í Europa League - í dag er Sudava, litaviska meistaraliðið, eitta av fýra møguligum mótstøðuliðum hjá føroyameistarunum í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-09 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

18. ella 19. august skulu føroyameistararnir í evroepiska eldin - líka yvir eitt ár síðani at KÍ stríddist við sveisiska Luzern í 2. umfari í Europa League. Klaksvíkingar eru svangir eftir at skriva evropeiska søgu aftur - hesaferð í Champions League. 

Hvørjum KÍ skal møta, og hvar dysturin skal verða um 9-10 dagar, verður greitt áðrenn middag. Listin yvir møguliga mótstøðulið hevur í eina tíð verið á 17 lið, har Celtic og Reyða Stjørna vóru millum tey allarsterkastu, men í gjárkvøldið gjørdist greitt, at KÍ kann hitta eitt av hesum fýra liðunum í 1. umfari í Champions League: 

Molde (Noreg)
Dundalk (Írland)
Slovan Bratislava (Slovakia)
Suduva (Litava)

Molde er tað einasta av hesum liðunum, ið liggur omanfyri miðjuna av teimum 17 liðunum á upprunalistanum, tá tað kemur til styrkistal. Hini, sum eru styrkismett, eru niðanfyri miðjuna, og Suduva er meistaraliðið úr Litava - landið har KÍ hevur vitjað tvey tey seinastu árini og hevur staðið seg sera væl í. Í fjør sló KÍ Riterai úr Litava út úr 1. umfarinum í Europa League. Eftir bólkingina er møguleikin hjá KÍ á pappírinum als ikki minkaður, og um liðið trekkir heimavøll, so kann tað gerast uppaftur meira spennandi. Um tað verður á útivølli, er tað bert Slovan Bratislava, ið helst ikki skal trekkjast, um hugsað verður um longd av túri o.s.fr.

[object Object]
Jákup B. Andreasen í dysti móti Zalgiris Vilnius á LFF leikvøllinum í litaviska høvuðsstaðnum í 2018. Kí hevur tvey tey undanfarnu árini spælt tvær ferðir har - í báðum førunum er tað endað 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: UEFA hevur góðkent vøllin við Djúpumýrar til evropeiskar dystir

Ferðaavmarkingar kunnu gerast avgerðandi

Ymisku bólkingarnar, sum tann omanfyri, eru eru í ár gjørdir eftir, hvar man kann ferðast uttan avmarkingar, og tað er í høvuðsheitinum stutt millum londini. Tískil kann tað fara at spæla inn, um eitt lið fær heimavøll, og koronastøðan í landinum skjótt versnar. Tað hevur hon millum annað gjørt í Noreg og í Føroyum seinastu dagarnar, men enn ikki so mikið, at tað til dømis forðar fyri, at dysturin ikki kann spælast í landinum, tí tað eru ferðaforboð o.s.fr.

Í ringasta føri kunnu lið í ár verða dømt at tapa - hetta orsakað av umbroytiligu koronastøðuni. Tað er, um felagið, í seinasta lagi 48 tímar áðrenn lutakastið, ikki gevur UEFA boð um broyting í ferðaavmarkingum fyri land sítt í mun til seinastu kunningina, ið evropeiska fótbóltssamgongan fekk. Tað næsta, og tað sum kann raka harðast og mest brádliga, er um eitt land broytir ferðaavmarkingar til og frá eftir lutakastið, so at tað gerst ógjørligt at spæla dystin til ásettu tíð og stað. Í so fall veðrur liðið ið ikki hýsa dystinum ella møta upp dømt at tapa uppgerðina. Harvið kann ein politisk avgerð kosta dýrt hjá einum liðið. Triðji møguleikin er, um liðið ikki kann finna ein hóskandi uttanveltaðan vøll, um tað ikki ber til at ferðast inn í landið, har dysturin upprunaliga skuldi hýsast. 


Favorittleikutir í Europa League?

Í ár er tað so, orsakað av koronastøðuni, at tað bert verður leiktur ein dystur. Tískil hevur lutakastið eyka stóra týdning hesaferð, og um HB, NSÍ og B36 fáa heimavøll í undanumfarinum, sum verður leikt 20. august, sær tað gott út á pappírinum hjá føroysku liðunum í Europa League. 

Tey trý liðini eru styrkismett saman við La Fiorita úr San Marino - hesi eru ikki styrkismett: 

St Joseph's (Gibraltar)

Coleraine (Norður Írland)

Glentoran (Norður Írland)

Barry Town United (Wales)


Har eru ovasta liðið dreymalutakastið hjá øllum. B36 hevði sítt baks við St Joseph's í 2018, men tað sást serliga í mjørkanum í Føroyum, at B36 var eitt greitt betri fótbóltslið. Í nógvu hitastigunum á Gibraltar bar tað á mál eftir brotssparkskapping. B36 kom eitt fet víðari afturat tað árið, og er tað føroyska liðið við hægst styrkistalið í løtuni.  

[object Object]
1-1 í Gundadali og 1-1 á Gibraltar, men B36 var leikliga omaná í uppgerðini í 2018 - av álvara í heimadystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysk lið hava ikki megnað at sligið norðurírsk lið út áður, men HB hevði meistaraliðið Linfield á knøunum í Gundadali í fjør, og NSÍ var greitt omaná móti Ballymena á Svangaskarði men fekk ikki mál. Tískil eru Coleraine (nummar tvey í norðurírsku deildini) og Glentoran (steypavinnararnir) ikki ræðumótstøðulið, um ein hyggur eftir, hvat ein kann renna seg út í, í evropeisku kappingunum, og serliga er møguleikin góður, um dysturin verður á Tórsvølli ella Svangaskarði. 

[object Object]
NSÍ megnaði ikki at gagnýta málmøguleikarnir móti Ballymena í fjør (Mynd: Olaf Olsen)

[object Object]
HB spældi í fjør 2-2 í Gundadali móti Linfield men hevði yvirvágina í spæli og málmøguleikum. Í Norður Írlandi endaði tað 1-0, og harvið fór HB út móti sigursvanda felagnum, ið eisini hevur koppað ÍF, NSÍ og B36 tvær ferðir (Mynd: Olaf Olsen)

Undan bólkingini, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið, var ein 50 prosent møguleiki fyri, hjá hvørjum einstøkum føroyskum liði, at trekkja eitt lið úr Montenegro ella Kosovo, og harvið kundi tað enda við einari langari ferð til eitt land, har higastigini eru munandi fleiri enn í Føroyum. Í hesum londum er koronastøðan tó ikki góð, og tí eru liðini harfra bólkað saman við teimum fýra frá San Marino og Andorra, har koronastøðan heldur ikki er so góð, og liðini skulu møguliga spæla á uttanveltaðum vølli.

Harvið er sera góður møguleiki fyri, at føroysku liðini í Europa League fáa stuttar túrar. Tað er bert ein útidystur á Gibraltar, sum hevði kravt meira enn smáar tveir í flogfari úr Føroyum. Tað er í ár krav at hava leiguflogfar til útidystirnar, og tí gerast útidystirnir dýrari enn vanligt. At trekkja heimavøll hevur tí ítróttarliga og fíggjarligan fyrimun, hóast áskoðarar ikki sleppa inn til dystirnar.

Lutakastið til Champions League byrjar klokkan 11.00. Lutakastið til Europa League fer í gongd klokkan 12.00. Til ber at fylgja við á uefa.com. Vit fylgja upp skjótast gjørligt

 





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder