Fótbóltur

UEFA hevur góðkent vøllin við Djúpumýrar til evropeiskar dystir uttan áskoðarar

Um KÍ fær heimadyst í Champions League og/ella Europa League verður spælt í Klaksvík - góðkenningin er fybils bert galdandi fyri 2020, ti áskoðaraplássini eru ikki komin uppá pláss enn.

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2020-08-07 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur higartil spælt sínar evropeisku dystir á Svangaskarði, fyri tað mesta, og á Ovara vølli í Gundadali. Seinastu árini hava úrslitini verið góð, men tað hevur verðið arbeitt við at fáa spælt heimadystirnar í Klaksvík. Í vikuni vóru umboð fyri UEFA og kannaðu umstøðurnar, og í morgun eru boð komin um, at KÍ kann spæla við Djúpumýrar í Champions League/Europa League í ár.

Norðlýsið skrivar, at tað er fyrstu ferð í søguni, at graslíkisvøllurin við Djúpumýrar er góðkendur til altjóða dystir. Tað er fyribils fyri 2020, tá allir dystir hjá UEFA fyribils skulu spælast uttan áskoðarar. Áskoðaraplássini í nýggja skýlinum eru ikki til reiðar enn. Tað snýr seg um at hava eitt ávíst tal av sitiplássum sum minstamark, og Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at koronastøðan ávirkaði millum annað í tann mun, at hetta ikki fór at verða gjørligt, sum tað annars sá út til at fara at gera tíðliga í mars:

- Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt við leingi, og tá korona rakti í vár, var eina løtu líkt til, at tað ikki fór at eydnast at fáa góðkenningina í ár. Tí er tað serliga stuttligt at kunna hýsa evropeiskum heimdystum hjá KÍ longu í summar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 

Seinastu árini er ymiskt hent við stadionøkið við Djúpumýru. Í fjør vóru nýggjar ljósmastrar settar upp, vøllurin varð skiftur, eisini varð gjørt klár til sprinklaraskipan í vøllin, og so hevur verið arbeitt við einum nýggjum skýli út frá KÍ-høllini, sum er gjørt eftir altjóða standardum, so neyðugu hølini eru tøk til altjóða dystir. Alt hetta hevur verið fyri at betra umstøðurnar og við tí fyri eyga, at til tað ber at spæla altjóða fótbóltsdystir í Klaksvík

Lutakastið avgerð alt

Vanligt er, at liðini spæla ein dyst og heima og úti í hvørjum umfari. Soleiðis verður ikki í ár, nú støðan er so nógv øðrvísi. Lutakastið sunnudagin (9/8) avgerð um KÍ, umframt føroysku liðini í Europa League, fáa heima- ella útivøll. Møguligu mótstøðuliðini hjá KÍ í Champions League eru millum onnur Celtic og Reyða Stjørna, og tað verður ógvuliga trupult at koma víðari. Heimavøllurin kann tó avgjørt hava nógv at siga, um føroyameistararnir fáa hann, og tað er bert ein dystur.

Um KÍ verður sligið út 18. ella 19. august skal liðið spæla í Europa League ein mánaða seinni. Har er so aftur ein møguleiki at fáa heimavøll, um tað ikki verður so í Champions League. Tískil er ikki víst, at við Djúpumýrar hýsir evropeiskum dysti/dystum á hesum sinni - tað er 50-50 í, í minsta lagi tveimum føroum

 

 

Hesum liðum kann KÍ møta (Kelda: Norðlýsið):

Celtic (Skotland)

FK Astana (Kazakhstan)

Ludogorets Razgrad (Bulgaria)

Red Star Belgrade (Serbia)

Qarabag FK (Azerbadjan)

Legia Warsaw (Pólland)

Maccabi Tel-Aviv (Ísrael)

Molde (Noreg)

Sheriff Tiraspol (Moldova)

Fenercvaros (Ungarn)

Dundalk (Írland)

Slovan Bratislava (Slovakia)

Suduva (Litava)

Omonia Nicosia (Kypros)

CFR Cluj (Rumenia)

FK Sarajevo (Bosnia & Hersegovina)

Dinamo Tbilisi (Georgia) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder