Hondbóltur

Evropeiskt vikuskifti í høllini á Hálsi

Kvinnurnar og menninir hjá H71 skulu spæla Europa Cup-dystir. Kvinnurnar spæla leygarkvøldið og sunnukvøldið móti norðurmakedónskari mótstøðu - norskt stórlið dystast við mansliðið hjá hoyvíkingum leygarkvøldið.

2021-10-13 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Steypavinnararnir í føroyskum hondbólti hava valt at tikið av avbjóðingini at spæla Europa Cup-dystir - tey vunnu sær rættin til tað við at vinna grundspælið.

Menninir hjá H71 spældu í tí triðsterkastu av teimum evropeisku kappingunum - EHF European Cup - í 2019 og vunnu fyrra dystin móti Maribor Branik. Í seinna dystinum, ið eisini varð leiktur í høllini á Hálsi, vunnu slovenar tó við sjey málum.

Kyndil umboðaði fyri nøkrum árum síðani Føroyar í evropeiskum hondbólti, og nøkur ár frammanundan tað Neistin, men hetta verður fyrstu ferð í longri tíð, at eitt føroyskt kvinnulið spælir slíkar dystir og fyrstu ferð yvirhøvur hjá H71.

Kvinnurnar spæla báðar dystirnar í Føroyum - menninir til Noregs at spæla móti stórliðið

Leygardagin og sunnudagin skulu kvinnur og menninir hjá H71 spæla Europa Cup dystir í høllini á Hálsi. Kvinnurnar spæla báðar dystirnar ímóti WHC Cair-Skopje heima. Tann fyrri verður bríkslaður í gongd leygardagin klokkan 18.00 og tann seinni júst eitt samdøgur seinni.

Menninir spæla aftaná kvinnurnar leygarkvøldið, har fyrsta bríksl verður klokkan 20. Drammen er mótstøðuliðið, og júst í Drammen skulu hoyvíkingar spæla seinna dystin.  Heimadysturin hjá monnunum verður leygarkvøldið kl.20. Drammen er vanliga partur av oddastríðnum í sterku norsku deildini, og soleiðis var eisini síðsta kappingarár.

- Okkara kvinnur og menn hava brúk fyri at vit ØLL møta mannsterk upp í høllini á Hálsi at heppa á tey. Upphitingin byrjar í kantinuni í høllini á Hálsi kl.17.00. Eisini verður andlitsmáling
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder